Kendi italski rithøvundurin og heimspekingurin Umberto Eco andaðist í gjárkvøldi 84 ára gamal.
Kendasta bókin hjá Eco er var helst Il nome della rosa, ið varð útgivin í 1980. Bókin varð týdd til 43 mál og seld í fleiri milliónum eintøkum kring allan heim. Í 1986 varð bókin gjørd til film við Sean Connery og Christian Slater í høvuðsleiklutunum.
Í sín lívstíð gjørdist Umberto Eco ein tann kendasti rithøvundurin og heimspekingur í nýggjari tíð, og var gjøgnum sítt lív sera aktivur í samfelagskjakinum
Millum teirra, sum í gjár mintust Umberto Eco var Matteo Renzi, italski forsætisráðharrin.
- Hann var eitt framúrskarandi dømi um ein evropeiskan mentamann, ein gløggur einstaklingur við einum ótroyttandi eginleika at vænta framtíðina, segði Matteo Renzi og legði aftrat.
- Hetta er ein stórur missur fyri mentan, ið fer at sakna hansara penn og hansara rødd, skørpu, livandi tankar og hansara hugvísind.
Umberto Eco er ikki einasti kendi rithøvundur, ið mannaættin misti í gjár. Fyrr í um dagin bórust eisini tíðindi, at Harper Lee, rithøvundurin av To Kill a Mockingbird, andaðist í heimi sínum 89 ára gomul.

Umberto Eco. Mynd: Polfoto
Umberto Eco er deyður

Umberto Eco. Mynd: Polfoto

Umberto Eco. Mynd: Polfoto

Umberto Eco. Mynd: Polfoto

Umberto Eco. Mynd: Polfoto

Umberto Eco. Mynd: Polfoto

Umberto Eco. Mynd: Polfoto