Umbering til Schwarzer

Egyptiski Essam Adb El Fatah bað í gjár um umbering fyri sína feilmeting av málinum, sum Japan skoraði móti Australia. Sjónvarpsmyndirnar vístu greitt, at talan var um fríspark móti australska málverjanum, Mark Schwartzer, tá hesin skuldi lofta einum innleggi frá Nakamura. Málverjin varð tó skumpaður, og bólturin sigldi spakuliga í netið til japanska leiðslu. Australia vann tó dystin við trimum málum móti dystarenda, men tað forðaði tó ikki dómaranum í at biðja Schwartzer um umbering eftir dystin.