Útsagnin slapp at standa í blaðnum, hóast Kári ongan møguleika fekk at svara fyri seg, og grundleggjandi er hetta skeivur blaðmannasiður. Tað skal tí verða givin ein treytaleys umbering til Kára Horn frá yvirritaða blaðmanni.
Tað skal leggjast afturat, at Kári Horn hevur gjørt vart við, at hann ikki hevur tikið kvørkratak á mótstøðumann.










