Umbýti av starvsfólki í landsfyrisitingini

Tíðindaskriv: Norðurlendska tænastumannaumbýtisskipanin ger tað møguligt hjá starvsfólki í landsfyrisitingini at fara til eitt av norðurlondunum at arbeiða í eina tíð. Stuðul verður veittur til at gjalda ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá luttakara.

Henda skipan hevur verið í gildi síðan 1979 og endamálið við skipanini er at fremja norðurlendskt samstarv. Endamálið er somuleiðis at geva luttakarunum kunnleika til fyrisiting og lóggávu o.a. í hinum norðurlondunum.


Tað er ikki neyðugt at luttakari býtir um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar fyri hesum.


Føroyar hava fyri ár 2001 fingið tillutað kr. 61.000,-. at nýta til hesa skipan.



Skipanin virkar soleiðis

Skipanin fevnir um bæði tænastu- og starvsmenn. Uppihaldið kann vara millum 1 og 12 mánaðir í einum kalendaraári.


Stuðulin er í ár 2001 kr. 7.000,- um mánaðin umframt ferðaútreiðslur aftur og fram. Endurgjald verður bert latið fyri ferðing á bíligasta hátt. Um uppihaldið er longri enn 6 mánaðir kunnu ferðaútreiðslurnar hjá familju somuleiðis verða goldnar, um hon flytir við, eins og goldið verður fyri flutning av neyðugum innbúgvi.


Treyt fyri at fáa stuðul er, at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Um viðkomandi fær reiðiviðbót, verður hon varðveitt, um viðkomandi átekur sær meirarbeiðsskyldu í starvinum í hinum landinum. Tíðin verður tald við í lønar- og eftirlønaraldri.


Tey, sum vilja nýta skipanina, mugu sjálvi gera avtalu við stovn í øðrum norðurlandi.


Áðrenn 3 mánaðir eru farnir eftir heimkomu, skal luttakari senda Løgmansskrivstovuni eina frágreiðing um uppihaldið, heruppií ein stuttan samandrátt á skandinaviskum máli t.d á donskum, sum Løgmansskrivstovan sendir avgrreiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráðnum.




Umsóknir

Umsóknir um stuðul skulu sendast til Løgmansskrivstovuna ígjøgnum stýrið/leiðsluna á stovninum. Umsóknin skal innihalda fylgjandi upplýsingar:


1. Navn á umsøkjara, føðingardagur og bústaður

2. Starvsheiti, starvsaldur og starvsstaður

3. Arbeiðsuppgávur

4. Navn og bústaður á tí stovni, avtala er gjørd við og tíðarskeið

5. Upphæddin, sum søkt verður um - tíðarskeið og ferðaútreiðslur


Tað skal upplýsast, um umsøkjari hevur søkt um at fáa annan stuðul.


Umsóknin skal innihalda eitt ummæli frá stovninum, har stovnurin sigur frá, um viðkomandi kann fáa tænastufrí við løn.



Umsóknarfreistin er 1. januar 2001. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting, verða bert viðgjørdar, um peningur er tøkur.


Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovuna ? nýskipanardeildina og fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Nordisk Ministerråd, http: //www.norden.org og hyggja undir Stødordningar og síðan Øvriga., sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.