Um vit verða stolin, vit eru líka tolin...

Ongin umbering finst fyri, at ABC-flokkarnir hava loyvt bankunum at flyta øll peningaviðurskifti hjá tær og mær av landinum. Ávaringarnar og mótuppskotini hava ikki trotið, men eru kveistrað til viks í politiskum ábyrgdarloysi og undirbrotiligheit, sum kostar okkum øllum stór virðir, trygd og dýrabært fólkaræði

»Um vit verða stolin, vit eru líka tolin, og siga bara: »Skitt, lat gá«. Soleiðis yrkti Jóannes Bóndi fyri meira enn 75 árum síðani. Og tað gongur sjón fyri søgn.

Hvat kostar tað at hava eina samgongu, sum ongar politiskar visjónir hevur ella nakað mál fyri at førleikamenna Føroyar og semjast um grundleggjandi føroysk áhugamál? Hvat kostar tað at hava eina sonevnda leiðslu, sum bert letur seg stýra av sterkastu áhugabólkunum? Hvat kostar tað, at politiska leiðslan ikki verður sett til svars fyri at avreiða grundleggjandi virðir og áhugamál hjá føroyska samfelagnum? Hvat kostar tað, at týdningarmiklir partar av pressuni ikki tora at fortelja sannleikan, men hinvegin verja valdið og ístaðin demonisera alternativini og tey atfinningarsomu?

Kostnaðurin kann ikki gerast upp í pengum. Og avleiðingarnar síggjast tíverri aloftast ikki, fyrr enn stóri skaðin er hendur.

ABC-samgongan avreitt føroysk áhugamál
Undir ABC-samgonguni hava vit sæð gongdina frá fyrsta degi:
Avgerðarætturin hjá føroyingum í hernaðar- og uttanríkismálum varð avreiddur beinanvegin og Føroyar gjørdar til »Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne«.
Øll løgreglan er umskipað uttan at føroyskir myndugleikar hava havt nakra ávirkan.
Í búskapar- og fíggjarpolitikki hevur alt bert verið ein bardagi millum ymsar smáar og sterkar áhugabólkar, sum berjast um sín part av køkuni. Skúlar fluttir, tunlar samtyktir og avtiknir – við 100-tals mió. í eykaútreiðslum fyri skattaborgaran.
Fiskivinnupolitikkurin tað sama – bara eitt stríð millum áhugabólkar umvegis politisku skipanina. Bert tógvið stríð frá andstøðuni forðaði fyri, at við lóg varð allur ognarrætturin til tilfeingið avreiddur endaliga.
Fíggjarpolitiskt hava landsstýrisfólkini bara brúkt landskassan eftir egnari meting og hava yvirtrekt fyri 340 mió. kr. í rakstri, sum kostar hesa eykaupphædd á hvørjum ári.
ABC-samgongan hevur góðtikið, at okkara miðnámsskúlaskipan skal aftur til tíðina, tá danskt mál varð mett sum einasta amboðið at útbúgva seg, meðan føroyskt var undirskipað.
Infrakervið skal nú eisini privatiserast, har ein tunnil, ið kann geva inntøkur, við lóg skal latast til eitt útvalt privat felag at tjena uppá, meðan vit øll skulu fíggja tað, ið ikki kastar av sær.

Øll okkara peningaviðurskifti avreidd
Og ABC-samgongan broytti, tá hon kom til í 2004, beinanvegin lógir og kunngerðir til frama fyri, at bankarnir kundu flyta allar sínar elektronisku skipanir av landinum. Hóast tað áður og meðan fullveldissamgongan sat, varð sett sum ein greiður politikkur og eitt tjóðskaparligt áhugamál hjá øllum føroyingum, at hesar grundleggjandi skipanir skuldu liggja í Føroyum og førleikamennast her.

Men undir ABC er ongin tjóðarbyggjandi visjón ella ætlan, ið kann nútímansgera og menna Føroyar. Alt verður bara avreitt í undirbrotligheit og við at fráskriva sær ábyrgd.

Og í dag merkir so hvør einasti føroyingur avleiðingarnar av politiska ábyrgdarloysinum, har bankarnir og peningavaldið sleppa at seta sínar egnu reglur og røkja avmarkaði áhugamál hjá sær sjálvum.

Ongin hildin til svars
Ávaringarnar og mótuppskotini hava ikki trotið. So seint sum fyri tveimum vikum síðani feldu ABC-flokkarnir eitt lógaruppskot frá Tjóðveldi, sum skuldi tryggja, at bankarnir ikki fluttu alt av landinum. Flestu politikarar søgdu seg annars taka undir við tí, og Jóannes Eidesgaard førdi seg fram í fjølmiðlunum við, at hann skuldi taka stig til at seta bankunum krøv.

Men hvat hendi? Gjørdi samgongan nakað? Gjørdi Eidesgaard nakað við málið? Nei, tvørturímóti.

Avleiðingarnar í dag eyðsýndar
Vit kunnu í dag sláa fast:

At við lóg er álagt hvørjum einasta borgara í Føroyum at hava kontu í føroyskum peningastovni, og at hava alt sítt fíggjarliga samskiftið við føroyskan peningastovn.

At skattgjaldarin fleiri umførum hevur verið álagdur at bjarga bankunum, tá teir hava rent seg og samfelagið í trupulleikar.

Nú flyta peningastovnarnir hvørja einastu kontu og hvønn einasta upplýsing um peningaviðurskifti hjá hvørjum føroyskum borgara og fyritøku av landinum – og allar viðgerðir av peningaviðurskiftum skulu av landinum til tess at verða framd.

Onki land í heiminum hevur góðtikið, at allir peningaupplýsingar og alt fíggjarliga infrakervið eru flutt av landinum.

Kostnaðurin av at flyta allar skipanirnar av landinum, er millum 100 og 200 mió. kr. Hetta rindar brúkarin, hóast ongin hevur spurt okkum um loyvi at flyta okkara peningaupplýsingar av landinum.

Trygdin og skipanirnar hava higartil víst seg at vera avoldaðar og vánaligar – sum eisini ávarað varð um frammanundan.

Fyri tað almenna verður talan um eina eykaútreiðslu uppá millum 25-80 mió. kr. fyri at leggja um til eina skipan, har skattur og onnur gjøld kunnu krevjast inn og samkoyrast við skipanina hjá SDC í Danmark.

Skattaborgarin og vanligi brúkarin skulu nú gjalda eina stóra eykarokning fyri at leggja um til eina nýggja innkrevjingarskipan fyri skattin av peninginum hjá sær sjálvum, sum nú er fluttur av landinum í eini handavending.


At tað ber væl til at hava skipanir í Føroyum, sum lúka øll nútímans krøv og kunnu samskifta við skipanir um allan heim. Og at føroysk KT-vinna væl kundi loyst uppgávuna.

Tær tænastur, ið frameftir kunnu bjóðast føroyska borgarum í sínum egnu peningaviðurskiftum, fara nú at verða gjørdar av eftir avgerð hjá SDC í Danmark. Eins og vit longu hava sæð, at fólk ikki kunnu brúka bankabók ella gera flytingar og gjalda lán eftir egnum ynski.

Hvat tað hevur kostað føroysku fyritøkum og vinnu í arbeiðstímum, orsakað av stóru trupulleikunum í sambandi við umleggingina, eru uttan iva fleirfaldar milliónir.

Málið verður ikki slept
Tað er óhoyrt og ábyrgdarfevnandi, at samgongan hevur góðtikið hesa gongd og avleiðingarnar. Og vit í kunnu í Tjóðveldi lova, at vit ikki sleppa málinum, men fara at leggja lógaruppskot fram aftur um at seta bankunum krøv at fáa skipanir at virka aftur í Føroyum.