- Veðurlagið í Føroyum verður annaðhvørt heitari ella kaldari. Tað verður í øllum førum ikki verandi, sum tað er nú. Alt bendir á, at avfallið verður øðrvísi, og tað fer helst at regna væl meira á landi, enn tað hevur gjørt.
Soleiðis sigur ein av okkara allar fremstu granskarum í nýggjari tíð, Bogi Hansen, sum er havfrøðingur. Hann heldur tað vera burtur úr vón og viti, at vit fara at leita eftir olju, og hann eftirlýsir ítøkilig átøk fyri at basa veðurlagsbroytingunum.
- Tess fyrr, vit gera nakað, tess smærri vera broytingarnar. Og um mann ikki ger okkurt ítøkiligt, so verður tað til eina ordiliga krisu, sigur Bogi Hansen.
Les longri samrøðu við havfrøðingin um veðurlagsbroytingar og ávirkanina á Føroyar í Sosialinum, sum er komin út í dag.
Sosialurin fast í leysasølu kring landið – og talgilda útgávan kann keypast á www.sos.fo










