Eitt samtak av alifeløgum, fiskaseljarum, fóðurframleiðara og fíggingargrunnum hevur keypt sjógv- og smoltalistøðirnar hjá partafelagnum Atlantic Seafarm í Suðuroy. Treytað av góðkenningfrá Vinnumálaráðnum um flyting av aliloyvunum, fer nýggja felagið í gongd á nýggjárinum, sigur stjórin.
Í løtuni rekur Føroya Sparikassi alibrúkini, sigur Erhard Joensen, sum er settur stjóri i nýggja felagnum. Arbeitt verður við tøku hetta, sum eftir er av árinum, sigur hann. Á nýggjárinum tekur so nýggja felagið ætlandi við, og tá verður farið undir aftur aling við fullari styrki.
Talan er um alibrúkini í Froðba og á Vágs - og Lopransfirði, sum eru eitt aliøki, umframt smoltalingina í Hovi, sum er í Vatnsnesi og í Hovsdali, greiðir stjórin frá. Á smoltstøðunum er ein millión smolt, og 560.000 fiskar ganga í ringunum á sjónum.
Tá framleiðslan fer í gongd av álvara, verður miðað eftir at taka hálvaaðru millión fiskar ella eini 6.000 tons árliga, sigur Erhard Joensen.
Í dag er bara fiskur í ringunum á Vágsfirði og í Lopra. Ringanrir í Froðba eru tómir í løtuni, sigur hann.
Fiskurin, sum tikin verður, verður arbeiddur á virkinum hjá Suðurlaks í Vági. Tað er gamla virkið hjá Polarfost.
Aling í Suðuroy verður mangan sett í samband við navnið Heri Hjelm. Men hann er ikki við í hesum samtakinum, sum nú hevur keypt alingina, sigur Erhard Joensen.
Partafelagið Faroe Farming er stovnað við 26 milliónum krónum í partapeningi. Alt er føroyskur peningur,og tað er tilvitað, at so er, sigur Erhard Joensen.
Hann undrast á, at tað mangan skal hava tókst, sum einki fekst í gongd í Føroyum uttan útlendskan kapital. Men tað er ikki so, staðfestir hann. Tað var eingin trupulleiki at fáa partapening til hetta tiltakið, sigur stjórin í partafelagnum Faroe Farming.