Um undrunarverdu raðfestingar kommununar av ”dygdarlist”

Heðin Mortensen, borgarstjóri
-------


Herfyri hevði Kinna Poulsen ummæli um framsýning hjá Astri Luihn. Hetta var nú ikki so nógv eitt ummæli, heldur ein niðurgerðing av nógvum av tí, hon persónliga ikki metir vera dygdarlist. Lat meg beinanvegin siga, at eg dugi ikki at definera dygdarlist og dugi helst líka illa sum tey flestu at gera mun á dygdarlist, vánalist og ítrivslist ella handverkslist. Men hinvegin havi eg valt at hyggja og uppliva við tolsemi og eyðmjúkleika, uttan at vera fordømandi.

Eg skal tí als ikki leggja meg út í at definera list. Fyri mær er list fyrst og fremst ein spurningur um persónliga uppfatan og uppliving, um við tolsemi at loyva sær at granska tað nýggja, og annars sum politikkari at vera við til at skapa listini teir neyðugu karmarnar, so listin sovítt møguligt kann hava fríar teymar og ein nátúrligan útvikling og vøkstur.

Harmur um niðurgerðing

Tað harmar meg almikið at lesa slíka niðurgerðing sum hesa. Serliga tá spurningur verður settur við kommunalu raðfestingarnar og gjøldur verður gjørdur burturúr tí kunnleika, kommunan byggir sínar raðfestingar á.

Vitandi, at føroysk list ikki bara snýr seg um at koma á almennu ella kommunalu fíggjarlógina, so er Tórshavnar kommuna kortini rættiliga langt frammi í skónum, tá tað snýr seg um at skapa listini best møguligu umstøðurnar. Kommunan letur t.d. 1,5% av byggikostnaðinum av øllum nýggjum kommunalum bygningum beinleiðis til list.

Kommunan umsitur umframt ein heilan hóp av stovnum, ið verða listprýddir á ymsan hátt, játtar studning til feløg og einstaklingar, listprýðir allar kommunalar bygningar, skipar fyri listaframsýningum í Snarskivuni, Smiðjuni í Lítluvík og í Müllers pakkhúsi, stuðlar bóka- og tónleikaútgávum, umsitir grunnar og legatir og veitir mentanarvirðislønir, keypir standmyndir og keypir árliga nógva list til ymisk endamáli. Haraftrat hevur kommunan brúkt og brúkar stórar upphæddir til at varðveita søguliga list.

Fjølbroytt ráðgeving

Gjøgnum árini hevur kommunan havt hópin av fólki sum ráðgevar. Seinastu trý árini hevur kommunan havt ein listabólk, sum arbeiðir eftir samtyktari reglugerð. Í bólkinum sita býararkitekturin, listarligi leiðarin á Listasavni Føroya og leiðarin á Mentamáladeildini hjá kommununi, sum hevur umsitið slík mál í 25 ár. Hesin bólkur hevur víðar heimildir, hann kann velja ávís listafólk út ella bjóða kommunal arbeiði alment út. Bólkurin hevur gjørt bæði.

Umframt at listabólkurin arbeiðir undir mentamáladeildini, so samskiftir og samstarvar hann við ráðgevar innan byggilist og list, og er tørvur á serkunnleika til ávís mál, so verður tílíkur kunnleiki útvegaður. Og tað er galdandi fyri allar slíkar kommunalar avgerðir. So at skuldseta kommununa fyri at byggja raðfestingar á vantandi kunnleika, er at vanvirða ein fjølbroyttan hóp av verandi kunnleika innan byggilist, list og løgfrøði, sum hava ráðgivið í ótaldum málum av hesum slag.

--

Ætli mær ikki út í eitt kjak við Kinnu Poulsen um hesi viðurskifti annars. Eg skal heldur ikki geva Kinnu Poulsen ráð um myndlist, tó vil eg heita á hana, næstu ferð hon skrivar ummæli, at ummæla listina og ikki persónarnar.