Um UEFA Pro License

UEFA Pro License er hægsta altjóða venjaraútbúgving innan fótbólt, ið kann takast. Fyri at kunna taka hana, krevst millum annað, at ein venjari fyrst hevur bæði A- og B-prógv. Í mun til A- og B-útbúgvingarnar, ið snúgva seg meira ítøkiliga um sjálvan fótbóltin, fevnir Pro License-útbúgvingin eisini um alt annað, ið er rundan um sjálvt fótbóltsspælið.
Millum annað leggur danska fótbóltssambandið, DBU, stóran dent á, at venjarar við Pro License-útbúgvingini skulu vera førir fyri at leiða liðið, at leiða liðið rundan um liðið, umframt at »lesa spælið uttan fyri vøllin,« so sum at nevnd, fjølmiðlar, fjepparar og so framvegis. Men fyrst og fremst er tó sjálvur fótbólturin í fokus.
Talan er um eina bæði teoretiska og praktiska útbúgving, ið fevnir um tilsamans 240 tímar, harav 90 tímar fevna um praktiska partin. Útbúgvingin verður tikin í modulum, fevnir um skrivligar uppgávur og námsferðir, umframt at skrivast skal ein høvuðsuppgáva, ið bæði skal góðkennast og verjast, áðrenn prógv verður latið.
Í flestu europeisku londum verður kravt av venjarum í bestu deildini, at teir hava UEFA Pro License-útbúgvingina, so talan er tí eisini um eina útbúgving, ið kann geva atgongd til sjálvt hægstu venjarasessir í Europa.