Fær samgongan ikki andstøðuna við, kann hon gott spara sær ómakin at gera eina nýggja fiskivinnuskipan. Tað gjørdu tinglimir í andstøðuni greitt í Løgtinginum í gjár, tá ið nýggja fiskivinnuskipani var til viðgerar.
Tað eru 33 limir í Løgtinginum, og Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin gjørdi greitt, at ein nýggj fiskivinnuskipan, sum verður samtykt av bara 16 limum í samgongu, og Sonju Jógvansdóttir, tað vil siga einum einasta tinglimi í meiriluta, hevur ongan møguleika fyri at verða ein varandi skipan.
– Ein slík skipan fer at halda í mesta lagi í tvey ár, til løgtingsvað verður aftur, gjørdi hann greitt.
Hansara páhald er, at teð er ongin yvirhøvur, sum tekur undir við hesi skipanini, uttan tey 16 fólkini í samgonguni og Sonja Jógvansdóttir. Í hesum sambandi vísir hann eisini á, at øll vinnan sum hon er, mælir frá at seta skipanina í gildi.
Bárður Nielsen, formaður fyri Sambandsflokkin, hevur ringar vónir fyri eini semju. Í løgtinginum í gjár vóru tað fleiri tinglimir í samgonguni, sum tosaðu heitt og inniliga um at fáa semju við andstøðuna.
Men Bárður Nielsen spurdi, um samgongan sinnað at flyta seg. Sjálvur ivast hann í tí.
– Tað hevur tikið langa tíð hjá samgonguni at semjast innanhýsis um eina nýggja skipan, at tað verður helst trupult at lata ta semjuna upp aftur fyri at samráðast við andstøðuna, helt formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hann sigur, at tað eru serliga tvey viðurskifti, sum skulu broytast fyri at fáa Sambandsflokkin umborð.
Tað eina er, at tey prosentparturin av fiskirættindum, sum skulu seljast á uppboði, skal minkast munandi, helst takast burtur. Hitt er er, at samgongan ætlar at útihýsa útlendskum íleggjarum í fiskiflotanum, og tað vil Sambandsflokkurin ikki hoyra talan um.
Eisini aðrir tinglimir í andstøðuni vístu á, at fiskivinnuskipanin fer at verða broytt aftur beint eftir næsta val. Og herfyri gjørdi Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, greitt, at skipanin verður broytt aftur alt fyri eitt.