Børn, sum verða innløgd á psykiatrisku deplinum, eiga ikki at verða løgd saman við vaksnum. Tað hevur Løgtingsins Umboðsmaður staðfest – og um eini tvey ár er tann trupulleikin endaliga loystur.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, hevur spurt hana, um tað er rætt, at børn nýliga hava verið innløgd saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Hann vísir eisini á, at Løgtingsins Umboðsmaður hevur mælt til, at ikki verður gjørt.
Sirið Stenberg sigur, at a Psykiatriska deplinum er bara ein seingjardeild, so tað er framvegis soleiðis, at skal ein sjúklingur leggjast inn, er bara tann eini møguleikin.
Landssjúkrahúsið strembar altíð eftir, at børn og ung ikki skulu innleggjast yvirhøvur. Men tá ið tað er neyðugt at leggja eitt barn, ella eitt ungt fólk inn, verður altíð skipað soleiðis fyri, at tað er eitt starvsfólk burturav, sum er um sjúklingin.
Tá ið tað ber til, uttan at darva viðgerðini, verður eisini altíð borið soleiðis í bandi, at annað av foreldrunum verður lagt inn saman við barninum.
Higartil í ár eru tað hent tríggjar ferðir, at ungfólk undir 18 ár eru innløgd á psykiatrisku deplinum. Seinastu ferð var ein heilt stutt innlegging í august.
Landsstýriskvinnan sigur, at tað verður alla tíðina arbeitt við at menna barna- og ungdómspsykiatrisku viðgerðina á Landssjúkrahúsinum. Í ár er ein serlækni í barna- og ungdómspsykiatri settur í starv afturat, umframt, at ein sálarfrøðingur og ein sjúkrarøktarfrøðingur, eisini eru sett í starv.
Eisini samtykti Løgtingið at játta eina millión krónur til eitt ambulant dagtilboð til børn og ung, sum í størstan mun skal fyribyrgja, at børn verða innløgd. Fyrireikingar eru gjørdar, og dagtilboðið er so smátt byrjað nú í ár.
Annars verður arbeitt við at bøta um nýskipaða dagtilboðið, so at tað eisini skal fevna um innleggingar á kvøldi og á nátt og í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, verður lagt upp fyri at víðka dagtilboðið til børn og ung.
– Leggjast kann afturat, at tá psykiatriin flytur oman í nýggja bygningin um eini tvey ár, verða hesar avbjóðingar varandi loystar, sigur Sirið Stenberg.