Um tvey og eitt hálvt ár verður stórhøllin, Føroya Arena, í Havn, klára at taka í brúk. Tað sigur býráðið beint nú. Tey siga at í morgun skrivaðu tey undir sáttmálin um at byggja stórhøllina. Talan er um ein heildarsáttmála ímillum sjálvsognarstovnin, Føroya Arena, og Articon, um at byggja eina stórhøll fyri 243 milliónir krónur.
Farið er undir arbeiðið at projektera høllina og eftir avtaluni verður farið at gera lendissarbeiðið longu fyri jól. Sambært tíðarætlanini skal Føroya Arena standa liðug í januar 2025 – men vónir e ru eisini um, at hon verður liðug fyri tað.
Føroya Arena hevur eina grundvídd upp á umleið 4.600 fermetrar. Bygningurin er í trimum hæddum við einari gólvvídd uppá tilsamans 8.350 fermetrar. Høllin kann sostatt hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum í hondbólti, eins og landsdystum og altjóða kappingum í flestøllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.
Talan er um ein bygning, har tað er skjótt og lætt at broyta innrættingina soleiðis, at tað er lætt og skjótt at leggja um frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert, ella eitt samfelagsmøti.
Eitt nú fer tað at bera til at hava brúka hana til venjingarhøll hóskvøld, at hava ein A-landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, eina stóra konsert leygarkvøld og eitt samfelagsmøti sunnudag. Hetta merkir eisini, at gerandisdagar verður virksemið ikki stórvegis ávirkað av størri tiltøkum í vikuskiftunum.
Til hondbóltsdystir verða umleið 2.700 sitipláss, til konsertir um 3.600 sitipláss ella 4.600 standipláss.











