Um tvær vikur leggur Margreta drotning frá sær

Margreta drotning hevur gjørt av at leggja frá sær. Tað ger hon 52 ár eftir, at hon gjørdist drotning

 

Margreta hevur verið drotning í 52 ár, tá hon leggur frá sær trónuna 14. januar. (Arkivfoto). - Foto: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix

Um 14 dagar fer Margreta drotning av Danmark at leggja frá sær sum drotning. Tað ger hon, tá hon abdiserar.

Tað segði hon í árligu nýggjársrøðu síni í gjárkvøldið. Tað var nýggjársrøða nummar 52 hjá henni.

14. januar var eisini dagurin, tá hon tók við trónuni frá pápa sínum Fríðriki IX.

Meira um drotningina:

* Navn: Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid.

* Fødd: 16. april 1940 á Amalienborg.

* Foreldur og systkin: Elsta dóttir Fríðrik IX kong og Ingrid drotning. Hevur tvær yngri systrar – Benadiktu prinsessu og fyrrverandi drotningina Onnu Mariu.

* Hjúnaband: Gift 10. juni 1967 við Heindriki prinsi (sum til brúdleypið æt Henri Marie Jean André greve de Laborde de Monpezat).

Heindrikur prinsur doyði í 2018.

* Børn: Fríðrikur krúnprinsur (føddur í 1968) og Joakik prinsur (føddur 1969). Teir eru giftir við ávikavist Mary krúnprinsessu og Mariu prinsessu.

* Ommubørn: Átta ommubørn – fimm dreingir og tríggjar gentur. Ommubørnini eru millum 11 og 24 ár.

* Trónarvingur: Í 1953 var trónarvingalógin broytt, so eisini kvinnur – og ikki bara menn – kundu arva trónuna. Harvið kundi Margreta prinsessa í 1972 útnevnast drotning eftir pápa sín.

Var trónarvingalógin ikki broytt, hevði bróðir Fríðrik IX kong, Knút prinsur – og síðani sonur hansara, Ingolf – verið kongur.

* Bústaður: Drotningin býr bæði á Amaliensborg , Fredensborg Slot, Marselisborg Slot og Gråsten Slot.

* Útbúgving: Filosofikum og hevur lisið fornfrøði og samfelagsfrøði á lærdum háskúlum í Keypmannahavn, Cambridge, Aarhus, Sorbonne og London.

* Tilknýti til verjuna: Sjálvboðin tænasta undir Heimaverjuni 1958-1970. Seinni heiðurssoldatur í ymsum deildum í bretska herinum.

* Áhugamál: Teknar, málar, seymar og broderar. Hevur sýnt fram málningar, hevur gjørt leiktjøld og lekbúnar til balletframførslur og hevur sniðgivið og seymað klæði – eitt nú biskupakápur til danskar kirkjur.

Keldur: Ritzau, Kongehuset.

/ritzau/

 

Margreta hevur verið drotning í 52 ár, tá hon leggur frá sær trónuna 14. januar. (Arkivfoto). - Foto: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix