Um ættarstevnu fyri eftirkomarar hjá Lisu og Eliesar Højsted

Nakrir eftirkomarar hjá Lisu og Eliesar Højsted eru í holt við at skipa fyri eini ættarstevnu.Tiltakið verður í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin 20. juli 2013. Ætlanin er at hittast til móttøku og drekkamun í høllini kl. 15. A ftan á verður skipað fyri gongutúri í bygdini, har farið verður fram við Hvanngarði, kirkjuni, minnisvarðanum og Látrinum. Sjálv veitslan verður kl. 19

Tíðindaskriv
----

Hvørji vóru tey?
Lisa Eidesgaard var fødd á Eiði 27. februar 1843. Hon var dóttir Marsannu Hansdatter úr Pállshúsi og Hans Andrea­sen úr Garði, Hanus skúla­lærara. Tey vóru trý systkin og hon var yngst. Hon doyði 25. august 1915, 72 ára gomul . Hon er grivin á Eiði.
Eliesar Højsted var fødd­ur í Funningi 27. oktober 1842. Hann var sonur Ják­up bónda uppi á Geil í Funn­ingi og Pouline Sofie. Tey vóru 4 systkin og Eliesar var nummar 3 í raðnum. Mamm­an var dóttir Jóannes tann Vísa. Eliesar gjørdist bert 41 ár, tí hann sjólátst á Norð­hav­inum 21. mars 1883. Teir róðu út við 8-mannafari og beint fyri páskir hendi vanlukkan - eingin kom afturíaftur. Teir, sum fórust vóru um­framt Eliesar og sonurin Ják­up Jógvan Joensen 20 ár, Jørgin Mørkøre 40 ár, Jógv­an Joensen 40 ár, Lau­rits Abra­hamsen 29 ár, Pól Joen­sen 47 ár og Dánjal Lyse­dal 19 ár. Tað hevur ikki eydnast at finna eina mynd av Eliesari.
Tey bæði giftast 16. sep­tember í 1863 í Eiðis kirkju og búsettust í Hvanngarðinum á Eiði og fingu 11 børn.
Hvar er Højsted ? Enn er okkum ikki greitt hvaðani navnið Højsted stavar, men tíðliga verður tosað um “bond­en på Højsted”, so møgu­­liga er “uppi á Geil” so ovar­­laga tá, at tað kundi kall­ast Højsted - møguliga.
Lisa og Eliesar fingu 11 børn, men ikki øll komu und­an. Elsti sonurin 1) Jákup er føddur 26. august 1864 á Eiði. Hann rør út saman við páp­anum, og gongur burtur saman við honum í 1883, sum greitt er frá omanfyri.
2) Marsanna er fødd 18. ok­tober 1867 á Eiði. Hon gift­ist 30. mai 1889 við Jógvan í Skor­ini. Tey fingu 8 børn. Rasmus 1890, Elisabeth (hjá Olufi) 1892, Eliesar (skós) 1894, Karl 1897 (doyr 6 ár), Anna Sofía 1900, Edvard 1903, Karin 1906 og Karl 1910. Mar­sanna doyði 9. mai 1951, 83 ára gomul.
3) Poulina er fødd á Eiði 1. desember 1870. Hon var ógift. Hon tænti eina tíð í Jógvansstovu í Leirvík, men tá systirin Anna Sofía doyði, tók hon húsið uppá seg í móð­ur stað. Seinni búði hon eina tíð hjá systirdóttrini Lisu á Eiði, men seinnu árini búði hon hjá systirdóttrini Dudu í Havn. Haðani doyði hon út 28. juni 1964, 93 ára gomul og er grivin á Eiði.
4) Hans Dorius er føddur 23. mai 1873 á Eiði. Hann var skræddari og búsettist í Keypmannahavn. Hann gift­ist 1. juli 1909 við Ellen Cath­rine Hoffgaard av Bornholm. Tey fingu 5 børn. Elis Carlin 1908, Ernst Donald 1910, Carl Børge 1914, Skjold Pauli 1918 og Solveig í 1923. Hans Dori­us doyði 19. juli 1946, 73 ára gamal.
5) Kristian er føddur 23. oktober 1874 á Eiði. Hann gift­­ist við systkinabarni sín­um Siggu hjá Fredriki í Garði. Tey búsettust á Eiði men flyta umleið 1921, tá hann festir eina hálvmørk í Funn­­ingi. Tey fingu synirnar Elies­­ar 1908 og Fredrik 1917, sum báðir eru føddir á Eiði. Kristi­an doyði 5. januar 1955 í Funn­ingi, 80 ára gamal.
6) Hans Andrias Karl er føddur 20. desember 1875 á Eiði. Hann giftist 10. februar 1900 við Sannu Sumberg (Lop­rans-Sanna) og búsettist í Lopra. Tey fingu eina gentu Sigrid 1900. Hans Andrias, ella Karl, sum hann varð róptur har suðuri, doyði 31. juli 1947, 69 ára gamal.
Síðani fingu Lisa og Elies­ar tvey børn, sum ikki komu undan. 7) Jóhanna í 1877 og 8) Jóhannus í 1878. Bæði doyggja sama árið, tey eru fødd.
9) Sámal er føddur 15. mai í 1880 á Eiði. Hann giftist við Mariu Andersson, sum var svensk. Tey búðu fyrst í Næstved og seinni í Keyp­mannahavn. Sámal var ar­beiðs­maður ella “karl”, sum danir róptu tað. Tey fingu tvær gentur, Lisa (1910) og Elin (1912). Sámal doyði 17. oktober 1960 í Keyp­manna­havn, 80 ára gamal.
10) Anna Sofía er fødd 11. februar 1882 á Eiði. Hon giftist 22. mai 1910 við Jóan Petur Ellingsgaard (í Durhúsi). Tey bygdu í Leirvík og fingu 7 børn. Óla 1910, Ester 1912, Dorthea (Dudan) 1913, Lisu 1915, Egil 1917, Knút 1919 og Adelbert 1921. Anna Sofía doyði í barnsferð 15. mai 1923 bert 41 ára gomul. 11) Jóhannus Eliesar er føddur uml. 7 vikur eftir at pápin og beiggin sjólátast. Hes­in drongurin doyr knapt 2 ára gamal.

---



Ættarstevnan verður 20. juli
Stevnan er fyri allar eftir­kom­arar við makum, men neyð­ugt er, at hvør í sín­um lagi meldar seg til. Lut­tøku­gjaldið er kr. 400,- men lut­takarar undir 12 ár gjalda einki. Goldið verður á konto í Eik:
Konto nr. 9181 – 0003829881

Ættarstevna Lisa og Eliesar
v/ Petur Sørensen,
FO 100 Tórshavn

Tú kanst tekna teg til stevnuna við at senda mail til rs@januar.fo ella ringja til 263078 (Randfríð Sørensen). Minst til at upplýsa øll lut­tak­aranøvn saman við inn­gjaldinum. Kvittanin fyri gjald­ið er atgongumerki. Tekn­ingarfreistin er 1. juni 2013.
Tú kanst eisini biðja Rand­fríð melda teg til FaceBook-bólkin Ættarstevna eftir Lisu og Eliesar Højsted. Har fæst meiri kunning og tíðindi.