Um trygdina undir midnáttarsanginum

Heitt verður á fólk um ikki at fara inn í trongan kring Tinghúsvøllin við smábørnum annaðhvørt til gongu ella í barnavogni, meðan midnáttarsangurin er á ólavsøku. Eisini verða fólk biðin um so vítt gjørligt at parkera bilarnar so langt frá miðbýnum, sum til ber.

Tíðindaskriv

Tórshavnar Býráð

 

 

Tað savnast rættiliga nógv fólk á Vaglinum og økinum kring Vaglið til midnáttarsangin ólavsøkukvøld. Eisini fólk, sum koma við barnavogni og smáum børnum, ið eru til gongu ella verða borin.

 

Hetta kann vera rættiliga óheppið, tí so trongligt og nógv trokan er á økinum hesa løtuna. Eisini eftir sangin, meðan dansað verður.

 

Tórshavnar kommuna heitir staðiliga á fólk, sum koma til hesa stóru samkomuna og hava børn við, um at bera so í bandi, at tey standa næst Gamla Bókhandli. Miðað verður ímóti, at økið undir Bókhandlinum, har sum Frelsunarherurin hevur útimøti beint undan midnáttarsanginum, í størst møguligan mun verður tøkt til fólk við smáum børnum. Àheitanin er samstundis á onnur, sum koma til tiltakið, um at hava hetta í huga. Tí óhugsandi er ikki, at børn ótolnast, og tá skulu tey helst hava ein møguleika at sleppa burtur.

 

Bilparkeringin

Nógv fólk fara í býin við bili til hetta tiltakið. Tað kann eisini í fleiri førum vera neyðugt. Serliga hjá fólki, ið býr í nýggju búsetingunum í Hoyvík ella aðrastaðni, eins og bygdarfólk, sum koma á ólavsøku, sjálvsagt hava bil við.

 

Tórshavnar kommuna heitir á fólk, um at royna at finna parkeringpláss so langt frá miðbýnum, sum gjørligt. Nógv parkeringsøki eru, ið væl ber til at ganga frá oman í miðbýin. Úr Gundadali er ikki so øgiliga langt. Heldur ikki av Hálsi. Av Trapputrøðini er styttri, eins og av Glaðsheyggi ella av Kongabrúnni. Eisini eru parkeringspláss uttan fyri Skansan. Nýggja parkeringplássið við endan av Mortansstovubrekkuni er best atkomiligt uttaneftir úr t.d. J.Paturssonargøtu ella av Dalavegnum. Og so er sjálvandi Skálatrøð eftir. Men ynskiligt hevði verið, um tey plássini vórðu sum minst nýtt til bilparkering, meðan so nógv fólk er á ferð í miðbýnum.

 

Víst verður til lýsingar í bløðunum og á HYPERLINK "http://www.torshavn.fo" www.torshavn.fo har síggjast kann, hvussu ferðslan er skipað á ólavsøku.