Nú verður nógv umrødda skipanin, har tað ber til at keypa ferðaseðil við Teistanum, loksins sett í verk
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skipanin er klár og tá ið vit koma fyrst í oktober fer at bera til at bíleggja sær ferðaseðil við Teistanum um Skopunarfjørð, á internetinum.
Men hann sigur, at fyrsti túrurin, siglt verður eftir nýggju skipanini, verður um hálvan oktober
Mangan er tað rættiliga leingi at bíða eftir at sleppa við Teistanum og bíðirøðirnar av bilum eru langar. Og tað eru eisini nógv ár síðani, at sandoyingar fóru at streingja á at fáa eina talgilda ferðaseðlaskipan, so at tað skuldi bera til at keypa ferðaseðlar á internetinum fyri at sleppa undan at noyðast at standa í longum bíðirøðum.
Men nú skipanin verður sett í verk, verður bara hálvur trupulleikin loystur, tí tað verður nevniliga bara av Gomlurætt til Skopunar, at tað fer at bera til at keypa ferðaseðil á internetinum.
Tey, sum hinvegin skulu við Teistanum úr Skopun til Gomlurætt mugu framvegis stilla seg á havnarlagið í Skopun at bíða, sum vant.
Orsøkin er, at Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, hevur kravt, at talgilda ferðafólkaskipanin skal bara verða fyri ein part av Teistanum, tí tað eru framvegis nógv fólk, helst eldri fólk, sum ikki hava internet, og tey skulu framvegis kunna bara fara oman á keiina og sleppa við Teistanum.
Og tá ið fólk frá Landsverki skuldi fara á havnarlagið í Skopun at merkja básar upp til tey, sum høvdu bílagt ferðaseðil á internetinum, noktaði borgarstjórin í Skopun fyri hesum. Og sostatt verður hendan talgilda ferðaseðlaskipanin ikki galdandi fyri tey, sum ferðast úr Skopun til Gomlurætt.
Hilmar Eliasen sigur kortini, at ætlanin er at seta nøkur fá pláss av til tey, sum ikki hava bílagt ferðaseðil á internetinum, men tey kunnu teljast á aðrari hondini, tí verður ov stórur partur av skipinum uttanfyri skipanini, dettur endamálið við henni burtur.
Tað verður kortini ikki so, at tey, sum ikki bíleggja ferðaseðil á netinum, ikki sleppa við.
– Við talgildu ferðaseðlaskipanini ber til at tryggja sær pláss við skipinum ein ávísan túr. Men er pláss eftir, sleppa onnur sjálvandi eisini við, akkurát sum higartil, sigur stjórin á Strandferðsluni.