Um trúboðarar og onnur í manngóðum ørindum??

Tíðindaskriv

Alt talar tí fyri, at vansar hjá útsendum fólki í manngóðum arbeiði nú verða loystir, soleiðis at tey vera standandi í fólkayvirlitinum á sama hátt sum fólk send í ørindum fyri statin og ávísar statsligar hjálparfelagsskapir. Hetta merkir, at tey útsendu til dømis varðveita rættin at upptjena í Samhaldsfasta, hjálpartól, koyrikort, sjúkrahjálp, skúlaamboð til barnana og annað, sum tengt er at bústaði.??Flestu framsøgufólk tóku undir við málinum. Alfred Olsen formaður í Rættarnevndini segði, at nú má okkurt henda í málinum, sum hevur verið reist tvær ferðir fyrr. Kemur landsstýrið ikki við nakrari aðrari loysn innan ein mána, so fer hann sum formaður í rættarnevndini at mala tinginum til at samtykkja uppskotið. Tað sama søgdu flestu framsøgufólk og tey sum tóku orðið.??Rættarneevndin hevur ein mánað at viðgera uppskotið. Hevur landstýrið ikki lagt annað og betri uppskot fyri løgtingið hetta tíðarskeiðið, verður uppskot Sjálvstýrisfloksins helst samtykt.