Um tjúgu ár vita vit um lív er í rúmdini

Men fyrst mugu granskararnir kanna umleið 1.000 milliardir stjørnur

? Heldur tenn tøknifrøðiliga menningin fram, kunnu vit um eini tjúgu ár siga, um vit menniskju eru tey einastu i rúmdini, ella um vit hava felagar onkra aðrastaðni.
Tað sigur amerikanski granskarin Seth Shostak við tíðarritið New Scientist. Hann sigur, at tað verður neyðugt at kanna radiobylgjur frá umleið eitt túsund milliardum stjørnum fyri at fáa vissu fyri, um vit eru tey einastu, ella um ein ella onnur ment vera er aðrastaðni. Eru ongar radiobylgjur, mugu vit ganga út frá, at eingin er har, sigur hann.
Hinvegin kunnu vit ikki vænta at fáa nakað samband við tey, sum møguliga halda til aðrastaðni úti í rúmdini, sigur Seth Shostak. Nógvar av stjørnunum eru ímillum 200 og 1.000 ljósár frá Jørðini, og tí tekur tað fleiri hundrað ár at fáa svar frá teimum, sum møguliga halda til har, sigur hann.