Orð og myndir: Dávur Winther
???????
? Um tú ikki tímur og vil nakað - ja, so verður einki!
Hetta plagar Petur á Svøð at taka til. Hann verður sjeyti ár í august, og hóast hann hevur havt eitt hendingarríkt lív, hevur hann ikki sett seg afturá, nú hann er komin upp í árini.
Sum 14 ára gamal fór hann til skips. Hann byrjaði við loddi, men endaði seinni á táverandi størsta tangaskipinum í flotanum hjá A. P. Møller. Sum sjómaður hevur hann siglt víða. Tú hevur ikki verið leingi saman við honum, so hevur hann greitt tær frá onkum av teimum mongu spennandi ferðum hansara úti í heimi. Og harmonikan hevur verið næstan líka nógvar staðir, sum Petur hevur verið.
Petur á Svøð hevur seinu nógvu árini arbeitt hjá Landsverk, sum vegaumsjónarmaður. Í heili 40 á var Petur í starvi hjá LV og eisini eitt tíðarskeið knýttur at Phil & Søn. Petur á Svøð hevur altíð verið nærlagd-ur og tað hevur verið umráðandi fyri hann at vera fyristur á staðnum ? fyrstur upp og fyrstur til arbeiðis.
At gera arbeiðið til lítar, so at eingin kann setan nakran fingur á tá tað, sum Petur hevur havt á hondum, liggur honum dýrt á. Ja, stutt sagt ærukærur!
Sum vent í holuni
Tí var Petur á Svøð ofta heldur hugtungur at práta við, eftir at hann í 2002 legði frá sær, tí skipanin sigur, at so skal vera.
Hann plagdi at siga: "Eingin hevur brúk fyri mær longur, eg nytti einki"!
Hetta segði hann væl vitandi, at hann bæði tímdi, nyttaði, orkaði og hevði góðan hug at halda fram í sínum arbeiði.
Tí var tað ein rættur unglingi at síggja í Peturi henda dagin, eg kom fram við honum og hann sat í einum lastbili. Eg fekk eitt lítið prát við hann, men bara eitt lítið prát.
?Nå, eg havi ikki tíð, segði hann og syfti seg inn í lastbilin við einum dreingjasmíli ? glaður og nøgdur um, at hann nú aftur var ímillum hinar menninar í Norðoyartunlinum og gjørdi mannsverk. Tunnils- og vegaarbeiði hevur Petur jú fingist sera nógv við.
Boð vóru eftir honum at hjálpa til við at gera veitirnar og leggja leiðingar, sum verða lagdar gjøgnum tunnilin: dren-, vatn-, el-, tele- og aðrar leiðingar.
Hann var so glaður og eitt lítið sindur errin henda dagin, aftur at vera millum menn - kanska fingið arbeiði í eitt heilt ár. So visti tú ikki betur, kundi tú tikið feil við sjálvan Landsverkfrøðingin.
Betri treytir til pensónistar
Jú, tað er at fegnast um, at hóast eitt mark er fyri peniónsaldri, so eru onkur, sum hoppar um hetta markið, men heldur halda seg framat og vilja vera við. Søgur hava jú eisini gingið um Jógvan Gerðalíð, sum nærri teimum nýti hevur sitið í eini gummiged og lessað frá tunnlinum.
Kanska skuldi tað almenna heldur lønað teimum, sum vilja - og sleppa - at taka hond í, og veitt teimum ein skattalætta fyri inntøkuna. Tí á henda hátt spara tey eisini tí almenna fyri pensiónina. Summir eldri menn plaga at egna; eitt gott ítriv hjá teimum eldru. Hetta ger eisini dagligdagin meira hugaligan.
Kanska er eisini rætt, at markið til ta upphædd, sum tey pensióneraðu kunnu sleppa at arbeiða skattafrí, verður hækkað. Tey hava jú bygt hetta landið ígjøgnum eitt langt lív. Hetta kann eisini vera við til at gera teimum eldru ein meira innihaldsríkan dagligdag - Og tey virki, sum hava brúk fyri hesum hjálpandi hondum, eri ikki so fá.
So, góða eydnu Petur, og væl afturkomin á arbeiðsmarknaðin.