Um summarið er umsetningurin í ferðavinnuni 100 milliónir kr

Fyrstu greinaðu úrslitini av hagtalskanningini hjá Bornholms Forskningscenter, sum Ferðaráð Føroya hevur umbiðið, vísa at virðið av ferðavinnuni í tíðarskeiðnum mai til og við september er 101.130.263 kr, og at tað í sama tíðarskeiði eru í miðal 358 fulltíðarstørv í ferðavinnuni.

Ferðafólkini leggja runt roknað 73 mill. kr eftir seg og er henda beinleiðis nýtslan hjá ferðafólkunum at sammeta við eina inntøku, vit fáa við t.d. at selja fisk til útlandið. Kanningin vísir, at tað eisini er ein óbeinleiðis nýtsla, sum hevur eitt virði uppá slakar 30 mill. kr. Hetta snýr seg t.d. um pening, sum eitt hotel letur einum hándverkara fyri tænastu ella eitt vørukeyp frá einari heilsølu.

Arbeiðsplássini í ferðavinnuni eru í miðal 350 um mánan, meðan tey arbeiðspláss, ið eru óbeinleiðis knýtt at ferðavinnuni eru 8 í tali. Sum dømi um óbeinleiðis arbeiðspláss kann aftur nevnast handverkarin, ið arbeiðir á einum hotelli.

Hagtalskanningin skal nýtast í tí ferðavinnupolitikki, sum Vinnumálastýrið er í ferð við at orða. Tølini kunnu fyrst og fremst staðfesta týdningin av ferðavinnuni og harnæst nýtast til at seta nýggj mál.

Í desember 1999 løgdu, sum kunnugt, umboð frá Bornholms Forskningscenter fyrstu hagtølini frá kanningini, sum Ferðaráð Føroya hevur umbiðið, fram. Hesi tøl vístu, at stívliga 21.000 ferðafólk vitjaðu Føroyar frá mai til og við september, og at tey høvdu umleið 200.000 gisitingar. Vit vita nú at siga, at býtið millum tey ferðandi er soleiðis:


slag av ferðanditalgistingar


handilsferðandi577640936

útisetar362764571

ferðafólk (?turistar?)647162859

feria/vitja vinir+familju275327992

vitja vinir+familju4253700

onnur, t.d. skúlaflokkar 163316755



?Ferðafólk? eru tey, sum ikki hava bústað í Føroyum, og sum sæst niðanfyri teljast umframt ?turistar? m.a. eisini handilsfólk og útisetar millum tey ferðandi.

Kanningin vísur, at tey ferðandi steðga í miðal 8 dagar, og at tey í miðal nýta 5.329 kr á ferðini. Bornholms Forskningscenter veit at siga, at hesi tøl eru høg samanborið við onnur ferðamál.

Ferðafólkatalið er sum kunnugt lægri enn væntað, men virðið av hesum ferðandi er hinvegin hægri enn væntað. Útlitini fyri at fáa munandi fleiri ferðafólk til Føroya eru góð, og harvið møguleikarnir at fáa nógv størri inntøkur til landið.

Niðanfyri síggjast tey tøl, sum Ferðaráð Føroya júst hevur fingið frá Bornholms Forskningscenter. Hagtølini er bert galdandi fyri tíðarskeiðið mai-oktober, men um eitt ár fæst meiri nágreiniligt at vita, hvussu tølini fyri føroyska ferðavinnu síggja út fyri eitt heilt ár.


Vinarligar heilsanir,

Ferðaráð Føroya


Annika Wardum Joensen stjóri