Donsku prinsarnir báðir og mamman, Margreta drotning. Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Um stríðið í donsku kongsfamiljuni

Joakim prinsur hevur sagt, at tað er at gera børnum hansara fortreð at taka heitini frá teimum.

 

Donsku prinsarnir báðir og mamman, Margreta drotning. Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað hava verið hørð aftur svar upp á avgerðina hjá Margretu drotning at taka heitini frá ommubørnunum.

Serliga pápi teirra, Joakim prinsur, hevur verið harður í sínum vendingum. Hann hevur millum annað sagt, at frátøkan av prinsa- og prinsessuheitunum er at gera børnunum fortreð.

Drotningin skrivar í dag í eini almennari fráboðan, at hon hevur undirmett, hvussu nógv Joakim prinsur hevur verið rørdur av støðuni.

Men hon leggur dent á enn einaferð, at avgerðin hevur verið ávegis leingi.

Her er eitt yvirliti yvir gongdina:

* 28. september: Kongshúsið upplýsir, at børnini hjá Joakim prinsi missa heiti teirra sum ávikavist prinsar og prinsessur í Danmark frá 1. januar 2023.

Greinin hjá Joakim prinsi av kongaligu familjuni er skakað av avgerðini. Tað sigur Alexandra greivinda vegna seg sjálva, Joakim prins og Mariu prinsessu.

Drotningin sigur um kvøldið á veg til eitt tiltak á Tjóðsavninum, at hon hevur umhugsað hetta leingi, og at tað er søk ommubarnanna.

* 29. september: Joakim prinsur sigur, at avgerðin er framskundað, og at tað hevur gjørt børnunum fortreð. Tað sigur hann við Ekstra Bladet, sum hittir hann í París.

* 29. september: Samskiftisstjórin í kongshúsinum sigur, at kongshúsið vónar, at avgerðin fer at verða respekterað. Hon sigur samstundis, at tey er greið um, at nógvar kenslur eru upp á spæl.

* 29. september: 23 ára gamli Nikolai prinsur er ógvuliga keddur og skuffaður um avgerðina.

– Vit eru, eins og foreldur okkara hava sagt, í sjokki um hesa avgerð og um, hvussu skjótt tað í veruleikanum er gingið, sigur hann við Ekstra Bladet.

* 30. september: Mary krúnprinsessa sigur við DR, at tey fara at hyggja upp á heitini hjá sínum børnum, "når den tid kommer".

– Broytingin kann vóru ómetaliga trupul og kann pína. Tað hava flestu okkara roynt. Men tað merkir ikki, at avgerðin ikki er tann rætta, sigur hon í samrøðuni.

* 1. oktober: Joakim prinsur og Maria prinsessa siga við B. T., at tey ikki hava havt høvi at tosa við Margretu drotning, síðan avgerðin varð fráboðað.

* 3. oktober: Margreta drotning skrivar í almennum boðum, at hon hevur undirmett, hvussu rørdur sonur hennara fór at vera av  avgerðini.

– Eg havi tikið hesa avgerð sum drotning, mamma og omma, men eg havi sum mamma og omma undirmett, hvussu hetta rørir yngsta son mín og familju hansara.

– Tað hevur »gjørt inntrykk«, og tað eri eg hørm um, sigur hon í tíðindaskrivi í kvøld.

/ritzau/

 

Donsku prinsarnir báðir og mamman, Margreta drotning. Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix