Eg haldi, at tit máttu ikki komið tykkum, hvussu skal man royta hár av tí skalluta? Hvat er her at koma eftir? Eg dugi ikki at síggja annað enn at tit, løgtings- og landstýrismenn hava sett tykkum fyri at avtofta Sandoynna og harvið skal tað vera...
Hví eru tit ikki so mikið vaksnir, at tit tora at gera eina langtíðarætlan? Dalbingurin, Jónleif Johannesen, hevur meira enn einaferð, víst á skilagóð uppskot, sum raka allar vegir og tunnlar við einum hægri gjaldi; men tað er sum at sletta vatn á gás, táið tað kemur frá einum vanligum borgara.
Hettar er ikki stór sparing fyri fólkið, sum her búleikast. Tað er fleiri sum arbeiða í vaktum og soleiðis noyðast at siga arbeiði frá sær, vegna mistar túrar og harafturat missa tey pengar av einum dýrkaðum ferðaseðli.
Hevði tað ikki veri ein nokkso fitt sparing at tikið og minka um manningina á tingi, landstýrismennirnar og allan herin av tænastufólkum í landsstýrinum?
Tað er bæði láturligt og grátuligt at hoyra tvætlið í tinginum, hvussu teir royna at spenna seg út. Hvussu teir royna at fáa hvønn annan at siga ósatt. Vælsignaðir menn, hugsið tykkum um, leggið ikki bert eftir ferðaseðlum á sjónum, har er nokk av rulli í forvegin.
Tað er at geva sær tíð og tora at hugsa rætt.










