Um SeWave og Wavegen

Alduorka

Í 2002 gjørdu oljufelagið, ENI, el-felagið SEV og Wavegen, sum telist millum fremstu alduorkufeløg í heiminum, eina forkanning um bygging av einum alduorkuverki í Føroyum. Arbeiðið, sum gjørt varð, tók støðið í alduorkuverkinum, LIMPET á Islay í Skotlandi, og legði upp til nærri kanningar av møguleikunum at spreingja eitt verk inn í bergið.
Wavegen og SEV avgjørdu eftir hesar kanningar at fara víðari við verkætlanini og stovnaðu eitt partafelag, har hvør av pørtunum áttu 50%. Hetta felag fekk navnið, SeWave.
Høvuðsendamálið hjá SeWave er at menna og byggja eitt alduorkuverk við tunli á hóskandi staði í Føroyum.
Felagið hevur annars til endamáls at granska, menna og framleiða alduorku, herundir at byggja og reka eitt orkuverk og annars fáast við virksemi, sum á ein ella annan hátt hevur við alduorku at gera.
Á tíðindafundi í síðstu viku legði SeWave fram tað, sum komið er burtur úr fyrsta umfari í tilgongdini móti einum tunnils alduorkuverki í Føroyum, sum skal veita orku til føroyska elkervið.
Arbeiðið í SeWave hevur verið skipað við einum stýrisbólki, einum projektleiðslubólki og einum projektarbeiðsbólki. Føroysku feløgini, Landsbyggifelagið (LBF) og Data Quality (DQ) hava verið týðandi samstarvsfelagir.
Skjøtil varð settur á arbeiði fram ímóti einum alduorkuverki í oktober 2003, og modellroyndir, staðkanningar og annað í sambandi við ætlanina varð liðugt nú í vár.

Wavegen
Men hvat er so Wavegen, sum saman við SEV eigur partafelagið aftanfyri SeWave?
Sum vit nevndu, er Wavegen millum fremstu alduorkufeløg í heiminum, og hetta er fyrsta felag, sum hevur megnað at menna og byggja eitt landafast alduorkuverk í Islay í Skotlandi, sum hevur fingið navnið, LIMPET. Støðin varð bygd í ár 2000 og er 500 kW. Wavegen hevur eisini sniðgjørt, framleitt og veitt eina 400 kW luftturbinu til eitt verk í Azorunum. Hetta er sonevnda PICO-verkætlanin, sum hon verður rópt.
Tunnilsalduorkuverkið er eitt sonevnt OWC verk, har aldan kemur inn í eitt "kamar" og virkar sum eitt stempul. Ein luftturbina verður sett við endan av kamarinum, sum so brúkar lufttrýstið at framleiða streym við. Turbinan er bygd soleiðis, at tá ið hon er sett í gongd, verður hon drivin við lufttrýstinum ? bæði, tá ið tað trýstir og sýgur.
Wavegen hevur soleiðis royndir við einum alduorkuverki, sum nú hevur koyrt í nøkur ár, eins og felagið hevur amboð til at menna vitanina um, hvussu alduorka kann gagnnýtast. Eitt nú hevur felagið modellbrunn og amboð til royndirnar.