Um seks ár er koyrandi til Sandoyar

Tann 1. november í 2009 verður farið undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Sandoyar. Arbeiðið tekur fýra ár so í 2013 verður koyrandi í Sandoy

Dagurin í gjár var ein stórur dagur fyri sandoyingar og summi siga eisini at tað var ein fagnaðardagur fyri allar Føroyar.

Í gjár samtykti Løgtingið nevniliga at nú skal farast undir at gera undirsjóvartunnil í Sandoyar.

Løgtingið hevur samtykt, at arbeiðið skal byrja fyrsta november í 2009 og tað tekur eini fýra ár at gera tunnilin.

Tunnilin er mettur at kosta 680 milliónir at gera og væntandi fer hann at kosta átta milliónir um árið í rakstri.

Tunnilin verður góðar 10 kilometrar langur og streymoyarmegin verður hann so brattur, at hann verður trýbreytaður teir fyrstu tveir kilometrarnar.

Ætlanin er, at tunnilin skal á fíggjarlógina, men tað er greitt, at hann er so dýrur, at sum íløgukarmurin er nú, verður ikki rúmd fyri at gera nakrar aðrar útbyggingar hesa tíðina, Sandoyartunnilin er í gerð.

Tí mælir vinnunevndin hjá Løgtinginum til, at ein politisk avtala verður gjørd um, at íløguloftið, kann hækkast, hesi árini, Sandoyartunnilin verður gjørdur og tað samtykti Løgtingið.

Her skal kortini leggjast afturat, at málið skal fyri Løgtingið einaferð afturat fyri at vera endaliga samtykt. Men tað verður bara mett at vera ein avgreiðsluspurningur, tá ið málið nú er samtykt.


Hestoy knýtast upp í

Upprunaliga lá í kortunum, at tunnilin skal gerast suðuri í Skopunarfirði og koma upp í Traðardali í Sandoy.

Men vinnunevndin mælir til at strika ásetingina um, at tunnilin skal upp í Traðardali.

Vinnunevndin sigur, at hon hevur fingið upplýst, at norðasta linjuføringin undir Hestoy, har tunnilin kemur upp í Skopun, kann verða tann betra.

Vinnunevndin leggur dent á, at verður norðara linjuføringin undir Hesti, vald, er tað rætt at kanna og umhugsa møguleikan fyri at gera eina skakt og lyftu upp í Hestoy.


Eisini Suðuroy upp í

Ein kostnyttukanning vísir, at tað loysir seg ikki at gera tunnilin og tí leggur vinnunevndin hjá Løgtinginum dent á, at Sandoyartunnilin skal vera fyrsta stig í eini heildarætlan, sum fevnir um eina nýggja farleið millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy.

Men so má havnin á Sandi útbyggjast, og tað er leyðsliga mett at kosta einar 50 milliónir krónur. Sum frálíður, verður eisini eisini neyðugt at gera nýggjan í Sandoy og umhugsast kann eisini verða at gera nýggja samferðsluhavn í Hvalba, tá í Hvalbiartunnilin er liðugur.

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum reisti á sinni iva um, antin tunnilin skuldi gerast nú. Við Rás 2 í gjár segði hann, at hann harmaðist um, at tað var ásett, at arbeiðið skuldi byrja 1. novembur 2009, men kortinio fegnaðist hann um, at tað ikki skal farast undir tunnilin beint nú. Hann fegnaðist eisini um, at tunnilin skal standa á fíggjarlógini, men hann staðfesti samstundis, at sum tað sær út, verður so neyðugt at hækka íløgukarmin afturfyri