Søljan var stórfavorittur, tá ið tær sunnudagin dystaðust við Kyndil í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil liggur næstaftast í deildini og hevur í veruleikanum bert ikki verið nær námind av at fáa stig móti liðunum í ovaru helvt av deildini higartil í ár, men sunnudagin var um reppið, at tær fingu stig móti Søljuni, sum roynir at vinna seg upp á eitt heiðursmerkjapláss.
Gestirnir løgdu bragdliga fyri
Í byrjanini av dystinum sá tað annars út til, at tað Søljan fór at vinna ein rímuliga lættan sigur, tá ið tær eftir lítlari løtu løgdu seg á odda við fýra málum. Men Kyndil svaraði aftur og upp á fimm minuttir vóru tær komnar upp á javnt. Tað hevur styrkt um Kyndlaliðið, at veteranurin Lotte Sørensen er komin aftur á liðið, og millum annað prógvaði hon sunnudagin, at hon framvegis er ósvikaliga trygg, tá ið tað snýr seg um brotskøst.
Fyrri hálvleikur var rættuliga javnur, og hóast gestirnir úr Søljuni vóru á odda við tveimum málum stutt fyri hálvleik, so fekk Kyndil við einum sprelli beint fyri steðgin syrgt fyri, at tað vóru tær, ið fóru til hálvleiks við einari 13-12 leiðslu.
Var tað javnt fyri steðgin, so var tað ikki minni javnt í seinna hálvleiki. Tað var ongantíð meiri enn tað eina málið á muni fyrstu longu løtuna av hálvleikinum, men tá ið farið var undir teir seinastu tíggju minuttirnar, gjørdi Søljan ein vørr, sum í veruleikanum tryggjaði teimum sigurin. Kyndil var á odda 19-18, men við trimum málum á rað kom Søljan á odda 21-19, og hóast Kyndil minkaði niður í 21-20, so kom havnarliðið ongantíð upp á javnt aftur, og harvið reyk møguleikin fyri einum ella tveimum óvæntaðum stigum til Kyndil. Hinvegin vóru tær í Søljuni ógvuliga fegnar um, at tað eydnaðist teimum eftir tógvið stríð at fáa sigurin til høldar. Neyvan høvdu tær væntað sær so mikið harða mótstøðu, sum tær fingu frá vertunum.
Kyndil-Søljan 21-22(13-12)
Kyndil: Lotte Sørensen 6(4), Randi Wardum 4, Súsanna Petersen 3, Anja Midjord 3, Linda Weihe 2, Ann-Mari Wang 1, Kari-Ann Petersen 1, Hildur Høghamar 1
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 6(1), Lina Andriulyte 5, Jana Jacobsen 3, Hertha Jónsdóttir Simonsen 3, Heidi Maria Akselsen 3, Fía Selma Nielsen 1, Kristianna Petersen 1
Brotskøst: Kyndil 5(4), Søljan 1(1)
Útvísingar: Kyndil 3, Søljan 4
Dómarar: Kári og Dánjal Hansen