Um reppið at bilurin endaði í sjónum

Tað var um reppið, at eitt viðskiftafólk hjá FK í Klaksvík mátti á sjógv eftir bilinum hjá sær. Tað skirvar Norðlýsið í dag.

 

Viðkomandi var farin inn í FK á Varpinum seinnapartin í dag, men tá viðkomandi kom út aftur, var bilurin burtur. Tað vísti seg, at bilurin hevði trillað spakuliga oman móti bryggjukantinum og lukkutíð hevði hann rent seg fastan í grótinum. Sum myndin vísir, er bilurin farin um bryggjukantin, men hevur síðani rent seg fastan í grótkastinum uttan fyri betonggarðin á Varpinum.

 

Norðlýsið skrivar, at kranabilur var skjótur á staðnum og tók bilin upp aftur. Eftir øllum at døma hevði hann ikki fingið stórvegis skaða og eigarin koyrdi sjálvur avstað við bilinum. 

 

Feiri myndir eru at síggja á Norðlýsinum.