Jákup Mørk,
Ítróttarskrivari
Í hósdagsútgávu okkara í farnu viku tók yvirritaði eitt mál til viðgerðar, sum - ikki óvæntað - vísti seg sera eldfimt. Nevnliga rasismu innan føroyska fótbóltsheimin.
Útgangsstøði fyri greinunum um evnið var, at Alex José Dos Santos úr B36 tók til orðanna móti einum fyribrigdi, sum hann hevur kent seg sum offur fyri stóran part av tíðini, sum hann hevur verið í Føroyum. Tað vil siga tíðini, sum hann hevur verið á fótbóltsvøllinum í Føroyum, tí í aðrar mátar leggur hann dent á, at hetta ikki hevur verið ein trupulleiki.
Frá fólki í og kring felagið, EB/Streymur, havi eg fingið fleiri ábreiðslur fyri, at greinin tók útgangsstøði í dystinum á Eiði - herundir serstakliga tveimum spælarum. Og er tað so, at lesarin hevur uppfatað greinina sum eitt álop móti EB/Streymi ella tess spælarum, vil eg staðiliga rudda allar misskiljingar av vegnum.
Endamálið við at seta hol á hetta evnið var at varpa ljós á ein trupulleika, sum eftir øllum at døma hevur ligið alt ov væl fjaldur í føroyska fótbóltsheiminum. Er hetta uppfatað so, at talan er um serstakt fyribrigdi við vøllin á Mølini, er hetta misskilt.
At eg sum blaðmaður kortini valdi at seta navn á tveir spælarar, sum sambært Alex høvdu verið partur av hesum, hevur víst seg sum ein skeiv meting frá mínari síðu. Endamálið við skrivingini var alla tíðina at seta fokus á trupulleikan, og ikki at heingja nakran persón út. Í einum somikið kenslubornum máli er tað av alstórum týdningi, at orðini verða rætt vigað, og eg má ásanna, at tað havi eg ikki megnað nóg væl í hesum førinum.
Í greinini vóru brøðurnir Ronnie og Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi, nevndir sum tveir av spælarunum , sum Alex José Dos Santos segði seg verða niðraðan av, í fyrra hálvfinaludystinum á Eiði í farnu viku.
Hetta eru sera álvarsligar ákærur at seta fram, og tá eg ikki havi prógv fyri at hesar ákærur eru sannar, og Ronnie og Hans Pauli hartil harðliga afturvísa at teirra ákoyringar móti Alex José Dos Santos hevði nakað sum helst samband við uppruna ella húðarlit, men harafturímóti við framferðarhátt hansara móti einum av EB/Streymaleikarunum, vil eg hervið biðja teir og EB/Streym um eina treytaleysa umbering.
Greinin var bygd á óítøkiligar pástandir frá einum leikara, sum kunnu verða sera torførar at afturvísa frá mótpartinum. Tá slík álvarslig grein verður skrivað, eigur útgangsstøðið at vera ítøkiligt, har báðir partar hava javnbjóðis møguleika at koma til orðana. Ein annar háttur er eisini at taka trupulleikan upp sum ein generellan trupulleika, og tá eigur úttalilsi frá einum leikara um ein einstakan dyst ikki at liggja til grundarlag fyri greinini.
Vónandi eru EB/Streymur og umtalaðu leikararnir ikki settir í ringt ljós av greinini, tí hetta var ongan tíð ætlanin. Og eg havi heldur ongar ábendingar um at EB/Streymur og leikarar tess á nakran hátt eru ørvísi enn onnur feløg og aðrir leikarar.
Eftir er at vóna, at hond nú verður tikið um sjálvan trupulleikan av teimum, sum onkursvegna varða av føroyskum fótbólti. Vit eiga øll eina medábyrgd av, at spælið verður verandi spæl, heldur enn ein leikpallur, har alt er loyvt.