...um olju

Vit liva framvegis í vónini um eina oljuvinnu, sum nú aftur tykist nærkast. Og hóast tað framvegis bert eru vónir, so er eingin ivi um, at seinasti oljufundurin við føroyska markið gevur oljufeløgunum betri hug at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Skjótt verður farið at bora sætta leitibrunnin á landgrunninum. Avtala er eisini gjørd um sjeyndu leitiboringina, ið verður framd komandi tvey árini. Triðja útbjóðingarumfar verður í heyst.