Um "OG" og Jóhan Sundstein: - Søga er skrivað

- The International er ein av teimum størstu e-sports-kappingum yvirhøvur, sigur Rúni Winther Johnsen frá Esport.fo

Fyrr í dag vann føroyski Jóhan Sundstein stóru kappingina the International 2019 við liði sínum "OG", og kann við hesum kalla seg heimsmeistara í telduspælinum Dota 2 annað árið á rað. Liðið vann heili 104 milliónir krónur, sum teir fimm liðfelagarnir skulu býta millum sín.

Les eisini: Jóhan er heimsmeistari og hevur vunnið 104 milliónir

Dota 2 er eisini stórt í Føroyum, og nógvir føroyingar bæði spæla og fylgja við í spælinum. Serliga er tað Esport.fo, sum roynir at hava fingurin á pulsinum við at skipa fyri kappingum og menna hesa vaksandi ítróttargreinina millum føroyingar.

Vit hava biðið eigaran av Esport.fo, Rúna Winther Johnsen, seta orð á, hvussu stórt tað er, at Jóhan Sundstein og "OG" nú hava vunnið the International fyri aðru ferð.

- Eingin hevur nakrantið vunnið the International tvær ferðir, og so vinna OG 2 ár á rað. Søga er skrivað! sigur hann og fortelur um kappingina.

- The International 9, sum er tann 9'inda í røðini, er heimsins størsta peningaupphædd i e-sporti, og ein av teimum størstu e-sports-kappingum yvirhøvur. Milliónir av fólki kring heimin fylgja við, og atgongumerki til sjálva finaluna plaga at verða útseld sera skjótt, greiðir Rúni Winther Johnsen frá og vísir á spælið, sum kappingin snýr seg um: Dota 2.

- Dota 2 er eitt sera taktist og strategiskt telduspæl, sum upprunaliga er frá 2003, og er síðani tá blivið eitt av tí mest spælda spælinum í heiminum, sigur hann.

Esport.fo er í ferð við at fyrireika eina ferð til stóru finaluna í næsta ár.

- Vit fara at skipa fyri einari ferð til the International næsta ár, sum verður í Stockholm í Svøríki. Vit vænta, at vinningarnar fara frá 229 milliónum til 250 milliónir, sigur Rúni Winther Johnsen.