Sirkulin tryggur
Aldurnar óróligar, men inni í sirklinum eru tær tryggar. Eitthvørt element innan í ringi virkar vart av ringinum. Hann skapar ró, í mótsetning til t. d. tríkantin, sum gevur eitt óróligt og vilt inntrykk.
Somu tjúkt
Merkið er arbeitt soleiðis, at hvítu bylgjurnar (har tær eru tjúkkast) innan í bláa ringinum hava somu tjúkd sum stavirnir í FØROYAR. Hetta er gjørt fyri at skapa innanhýsis skyldleika og harmoni.
Merkið kann nýtast fyri seg, og hevur sterk, einføld eyðkenni. Síggjarin kennir jú merkið frá navninum, og tá ið hann so sær tað fyri seg, verður assosiatiónin sera sterk til navnið í huganum á fólki. Tá ið eygað sær navnið, sær tað merkið, og tá eygað so sær merkið einsamalt, verður navnið ... í huganum.
Trítalið. Tríeinigheitin; likam, sál og andi; ?earth, wind and fire?; sjógvur, land og luft.
Blái liturin er føroyskur, tí hav er alt íkring okkum. Hann er neutralur, men samtíðis seriøsur. Tryggingarvirksemi er seriøst í tann forstand, at man hevur við dýrar ognir hjá fólki at gera. Ein seriøsur litur vil skapa álit. ( Fyritøkan er ikki popput, men grundig og tekur tingini í álvara.)
Sansir gjørt búmerkið
Tað er reklamufyritøkan Sansir, sum hevur gjørt nýggja búmerkið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar - og tað er eisini henda fyritøkan, sum hevur staðið fyri marknaðarføringini av samanleggingini, varð upplýst á tíðindafundinum gjáramorgunin.










