Um mjólkarkøling

.

Nú sólin hækkar á himmalinum og veðrið gerst betri, gloyma vit ofta at ansa nóg væl eftir feska matinum. Og mjólk er serliga følin/ viðbrekin.

Tá hitin hækkar nørast bakteriurnar betur. Og í stovuhita tvífaldast nøgdin av bakterium eftir einum hálvum tíma.

Hvørt vár tá sólin bakar, er vanligt at vit hoyra frá fólki, at mjólkin ikki heldur sær sum hon ska. Tá hetta hendir, er tað sum oftast av tí, at mjólkin er vorðin ov heit.

Á pakkanum stendur at mjólkin skal goymast undir 5 hitastigum. Mjólk, sum er goymd undir 5 hitastigum, skal vera haldgóð nakrar dagar aftan á datomerkingina. MBM rannsóknarstovan fylgir nøkrum pakkum av hvørjari tapping, har hitin verður hildin um 5 hitastig til 2-3 dagar aftan á seinasta søludag. Hetta fyri at finna útav, um mjólkin er spilt ella hevur feil frá virkinum, ella um mjólkin er vorðin ov heit aftan á útflýgging.

Tí heita vit inniliga á:

Mjólkarframleiðaran: »Ver sera ansin við reinførinum og kanna um kølitangin er rætt stillaður«.

Keypmannin: »Set mjólkina í kølirúm skjótast gjørligt, og kanna um kuldaskápið/rúmið er rætt stillað«.

Brúkaran: »Minnist til: Lat ikki mjólkina standa í einum heitum bili, har hitin lætt gerst hægri enn 30 hitastig, og kanna hitan í kuldaskápinum«.


Eisini skal havast í huga, at nakrar smakkroyndir eru á mjólkini um várið. Hetta er av tí at neytini nú fáa gras í staðin fyri vetrarfóður.


MBM