Rógvi á Rógvu
----
At fleiri av okkara politikarum ikki vilja viðganga, at tað eru fólk í hesum landinum, sum ikki fáa endanar at røkka saman fíggjarliga, er úttrykk fyri líkasælu.
At hoyra politikarar úttala seg um, at skattalættin kom væl við, og at pástanda at hesin lættin fer at bjarga okkum úr kreppuni, og at øll fáa ágóðan vísir, at tá ið hesir politikarar meina "øll", meina teir seg og síni.
Um vit gevast at stríðast í móti hesum kreftum og geva upp, ella flyta av landinum, geva vit alt valdið burtur í skeivar hendur. Havnin skal vera fyri øll!
Tórshavnar Kommuna eigur at traðka til, um landið ikki vil, og gera neyðugu átøkini, so allir borgarar kunnu hava eitt virðiligt livigrundarlag. Kommunan hevur ikki ráð at lata vera.
Átøk sum kundu hjálpt: Bíligar leigu- og lestraríbúðir, búðstaðartrygging, betri stuðul til einligar forsyrgjarar og arbeiðsskapandi tiltøk.
Tíðirnar eru broyttar, og tað er ikki longur sjálvsagt at fólk búseta seg í Føroyum. Tí er tað umráðandi at gera tað liviligt fyri øll. Lat okkum gera íløgur í menniskjuni. Lat okkum byrja nú.