Í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum á heysti 2016 verður nevnt, at føroysku kommunurnar við
heimastýrislógini gjørdust nakað annað enn danskar kommunur, og at vit í Føroyum fingu eitt
nýtt slag av myndugleika – eitt nýtt slag av kommunum.
Hóast føroyskar kommunur søguliga helst hava verið í eini støðu fyri seg, samanborið við
danskar kommunur, so er ikki grundarlag fyri at siga, at føroysku kommunurnar løgfrøðiliga eru
í serstøðu i dag samanborið við danskar kommunur.
Tað kann undra, hví henda alternativa útlegging av rættarstøðuni hjá kommununum í 2016, í
størsta mun verður grundað á heimastýrislógina frá 1948. Heimastýrislógin hevur ikki innihaldsliga ásetingar um kommunur og rættarstøðu teirra, hóast at kommunumál við
heimastýrislógini gjørdist føroyskt sermál. Mong onnur lógarøki blivu eisini føroysk sermál við heimastýrislógini, t.d. byggimál, landsfólkayvirlit, skattamál, skúlamál v.m. Hesi málsøki vóru
eisini undir statsligum eftirliti frammanundan. Kortini hava røddir ongantíð verið frammium, at við
heimastýrislógini varð lóggivið um eitt nýtt slag av myndugleika viðvíkjandi skúlamálum,
skattamálum, byggimálum o.s.fr.. Orsøkin er, at føroyskur byggimyndugleiki,skúlamyndugleiki
ella skattavald sum meginregla eru myndugleikar, sum samsvara við danskar myndugleikar av
líknandi slagi, tá ið ræður um rættargrundarlag, heimildir v.m.
Av somu orsøk er heldur ikki heilt lætt at taka hesa alternativu løgfrøðiligu útlegging hjá
Búskaparráðnum av stýrisskipanarligu støðuni hjá føroysku kommununum í fullum álvara, einansgrundað á eina tilvísing til heimastýrislógina, og harvið at statseftirlitið við málsøkjunum, sum
verða nevnd í heimastýrislógini, ikki helt fram.
Í øðrum lagi tykist Búskaparráðið at hava yvirsæð stýrisskipanarlógina frá 1994. Har er í §56
ásett, at rætturin hjá kommununum at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður
ásettur í løgtingslóg.
Sambært fyrireikingunum og orðaljóðinum í §56 í stýrisskipanarlógini og viðmerkingunum í
álitinum, er ásetingin ein beinleiðis endurtøka av tí rætti, ið kommunurnar longu frammanundan
hava eftir §82 í grundlógini. Føroysku kommunurnar hava tí júst somu ríkisrættarligu støðu, sum danskar
kommunur hava. Longu av hesi orsøk er greitt, at gitingar ella uppáhald um, at vit í Føroyum
hava ein serligan kommunubygnað ella eitt nýtt slag av kommunum, sum lættari kunnu vera fyri
inntrivum frá lóggávuvaldinum, ikki hava nakað løgfrøðiligt grundarlag.
Grundgevingin hjá Búskaparráðnum fyri at siga, at føroysku kommunurnar als ikki eru veruligar
kommunur í grundlógarinnar týdningi, tykist sostatt byggja á ein uppfataðan høvuðsmun millum
føroyska og danska kommunuhugtakið, sum sambært Búskaparráðnum er, at
eftirlitsmyndugleikin hjá statinum er grundlógarfestur fyri donsku kommunurnar, meðan hann fyri
føroysku kommunurnar er hjá heimastýrinum sambært heimastýrislógini. Hetta er samanumtikið ein
undarliga heimagjørd grundgeving, tí kommunur eru sum so ikki blivnar til kommunur í
grundlógarinnar týdningi, tí at grundlógin umrøður kommunurnar; men í grundlógini og
stýrisskipanarlógini (og óbeinleiðis eisini í heimastýrislógini) verða kommunurnar, sum jú vóru til
frammanundan, viðurkendar, eins og og framhaldandi rættur teirra at skipa egin viðurskifti undir
eftirliti frá landsmyndugleikanum sambært lóg, varð viðurkendur enn einaferð, og ikki
fyriskipaður ella etableraður.
Henda grundgeving kann tí hvørki verða nýtt fyri fleiri ella færri inntrivum í kommunala sjálvræðið
.
Hvat Búskaparráðið vil ella meinar meira ítøkiliga við hesum uppáhaldi, um eitt serligt føroyskt
slag av kommunum, er ikki heilt greitt. Men verður hetta samanhildið við tilmælini annars, er
nógv, sum bendir á, at ráðið er av teirri fatan, at ein føroysk kommuna er í teirri – veiku –
stýrisskipanarligu støðu, at landið ikki bara átti, men meir ella minni frítt kann loyva sær, at gera
lógarinntriv av alskyns slagi í mun til fíggjarliga og fyrisitingarliga frælsið hjá kommununum.
Hetta er ikki rætt, og tað er heldur ikki grundarlag fyri at gera líknandi niðurstøðu sambært
galdandi kommunurætti og stýrisskipanarrætti. Sum lýst omanfyri er ikki løgfrøðiligt grundarlag
fyri at koma til ta niðurstøðu, at føroysku kommunurnar hava aðra og veikari støðu, tá um
kommunalt sjálvræði ræður, samanborið við danskar kommunur. Avgerandi er, at
kommunustýrisviðurskifti verða skipað við lóg (tað eru tey við fólkatingslóg í Danmark, og í
Føroyum er tað við løgtingslóg), og avgerandi er eisini, at kommunurnar eru undir eftirliti frá
fyrisitingini – og tað eru tær: í Danmark frá ríkisfyrisitingini, og í Føroyum frá landsfyrisitingini.
Á ongan hátt sæst tískil nakað løgfrøðiligt grundarlag fyri at meta støðuna hjá føroysku
kommununum til sjálvar at skipa egin viðurskifti og útinna kommunala sjálvræðið, samsvarandi
løgtingslóggávuni um kommunuviðurskifti og eftirlitið við kommununum sambært
stýrisskipanarlógini og grundlógini, øðrvísi enn ta støðu, sum danskar kommunur hava sambært
danskari kommunustýrislóg og grundlógini.
Fíggjarlig ábyrgd
Á síðu 58 endurgevur Búskaparráðið ein borgarstjóra, ið - óbeinleiðis – útleggur galdandi
kommunustýrislóg soleiðis, at ein undirliggjandi fortreyt er, at kommunurnar hava skyldu at
brúka peningin, sum kemur í kommunukassarnar, heldur enn at goyma peningin.
Hetta er ikki røtt útlegging av ásetingunum í kommunulógini, og eigur tí heldur ikki at verða nýtt
sum grundgeving fyri lógarbroytingum av víttfevnandi og inntrívandi slagi í mun til kommunala
sjálvræðið.
Sambært § 40 í kommunustýrislógini er tað so, at kommunustýrini skulu samtykkja grundarlagið at
útskriva kommunuskatt í eini fíggjarætlan. Samtykta fíggjarætlanin bindur eisini útreiðslustøðið og harvið kommunalu umsitingina galdandi fíggjarárið.
Hetta merkir, at ein kommuna ikki skal krevja meira pening inn, enn brúk er fyri sambært
útreiðslunum, sum eru lýstar í fíggjarætlanini. At ætlanirnar so ikki altíð halda vegna broyttar
fortreytir í inntøkum ella útreiðslum, ið kommunurnar ikki hava innlit í ella ræði á, tá fíggjarætlanir verða
samtyktar, og sum á lógligan og skilagóðan hátt kann handfarast við eini eykajáttan, er
ikki grundgeving fyri øktum eftirliti ella fyri at avmarka kommunala sjálvræðið.
Mótsett løgtingslimum arbeiða kommunustýrislimir undir løgligari ábyrgd um at reka kommununa fíggjarliga
forsvarliga, tí aðra máta kunnu einstøku kommunustýrislimirnir koma undir
endurgjaldsábyrgd eftir reglunum í §55, stk. 3 í kommunustýrislógini.
At útleggja eina støðu, har avlop er í kommunukassanum við ársenda, til eina skyldu at tøma
kassan so hvørt, er tí hvørki rætt, rímiligt ella fíggjarliga ábyrgdarfult.
Búskaparráðið leggur í frágreiðing síni upp til víðfevnt fíggjarligt eftirlit við kommununum. Hetta
skal gerast við at seta loft á útreiðslurnar hjá kommununum, at áseta, hvat minsta og mesta
skattaprosentið skal kunna vera, at lækka markið fyri, hvussu nógv ein kommuna kann skylda
v.m. Slíkur hugburður ger seg ikki bara inn á kommunala sjálvræðið, mener eisini í beinleiðis
andsøgn við tann bygnað, ið lagdur varð við galdandi kommunustýrislóg, tá økið var nýskipað í 2000. Tá varð nevniliga farið frá eini góðkenningarskipan, sum varð mett at vera sera óheppin í mun til
ábyrgdarbýtið, til eina skipan við størri og greiðari kommunalum avgerðarrætti við
samsvarandi størri ábyrgd, men undir einum eftirliti, ið eisini fekk betri amboð til at røkja sínar
eftirlitsskyldur. Hetta eftirlit er í dag í størsta mun eftirlit við, atlóggávan verður hildin
(legalitetseftirlit).
At áseta eitt mesta og minsta skattaprosent fyri hvørja kommunu sær er ikki kent í okkara
kommunusøgu, tó at ein fyribilsskipan varð nýtt í svárastu krepputíð í nítiárunum, har
kommunala skattaprosentið, ið kommunustýrini tó sjálvi ásettu, skuldi vera millum 16 og 23 %.
Hetta var m.a. grundað á ta serligu endurfíggingaravtalu, sum landsmyndugleikin, kommunurnar og kreditorarnir komu fram til tá, og má roknast sum ein heilt serlig støða –
ein kreppuloysn. Skipanin varð eisini tikin burturaftur við galdandi kommunustýrislóg,sum kom í
gildi 1. januar 2001.
Samanumtikið
Skal verða tikið samanum kann tað undra stórliga, at Búskaparráðið, sum í síni frágreiðing kemur við sera
víðfevndum tilmælum um, at landsmyndugleikin meira ella minni skal seta
kommunurnar undir umsiting, als ikki tykist at kenna til ella hava skilt stjórnarskipanarliga
rættargrundarlagið undir føroysku kommununum.
Í øðrum lagi tykist Búskaparráðið ikki at geva staðbundna fólkastýrinum í Føroyum ans ella at
leggja í at kanna viðurskiftini - hvørki í Føroyum ella aðrastaðni. Ein útsøgn sum, at “fólkatalsliga er landið alt ikki størri enn ein kommuna í grannalondunum”, ber brá av, at
Búskaparráðið ikki kennir til norska, íslendska ella fyri sovítt kommunubygnaðin í hópin av øðrum evropeiskum londum.
Av somu orsøk er trupult at taka fyri fult tey tilmæli, sum Búskaparráðið hevur, tá um
kommunubúskap og kommunubygnað ræður.
Tað er altíð kærkomið, at fólk geva síni íkøst til kjakið um, hvussu vit skipa okkara fólkaræði. Tey kunnu vísa
seg at vera sera virðismikil, hóast ikki altíð sum væl undirbygd, ella – sum her – byggja á misfatanir. Men tað er best fyri kjakið, at fakfólk í álitissessum gera sær
sjálvum og øðrum greitt, nær tey tala sum ráð við fakligum innliti og myndugleika, og nær talan
er um sjónarmið um øki og fakøki, sum viðkomandi ikki hava serligt innlit í, og sum tí kanska
høvdu hóskað betur sum privat viðmerking ella tíðargrein, heldur enn í eini frágreiðing, skrivað
fyri pening, ið er kravdur inn frá borgarunum. Bæði kommunur, landsmyndugleikar og ráð undir
landinum hava nevniliga skyldu at nýta peningin skynsamliga.
Viðmerkingar samtyktar á stýrisfundi í Kommunufelagnum 9. september 2016.










