Um kisan keðir seg

Hevur tú ringa samvitsku, tá tú fer heimanifrá og letur kettuna verða einsamalla heima? Nú er loysnin komin. Ein filmur, ið er gjørdur til at stimbra ta einsamøllu kettina.

Filmurin vísir syngjandi fuglar og skríðandi skordýr, og tey, sum hava roynt filmin siga, at kettan verður sum ør av filminum - so hann riggar! Spurningurin er bara, hvat ið er vunnið við at enn ein »persónur« skal kríggjast um fjarstýringina heima...
Filmurin er at fáa við at bíleggja á www.kittyshow.com.