Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Les alla samrøðuna og temaði um psyko-sosiala tilbúgving í blaðnum, sum fæst til keyps í handlunum kring landið.
- Um so er, at ein stór katastrofa rakar okkum, so hava vit eina tilbúgvingarætlan til reiðar, sum skal hjálpa teimum, sum ikki skulu á sjúkrahúsini, sigur Jógvan Jensen.
Jógvan Jensen og Jóhannes Nilssen hava ábyrgdina av tí partinum av heilsufrøðiligu tilbúgvingini, sum fellur uttan fyri sjúkrahúsini.
Til dømis í einari ferðsluvanlukku er tað eitt av sjúkrahúsunum, sum tekur sær av teimum særdu, meðan um tørvur er á tí, so setur politiið seg í samband við Jógvan og Jóhannes, til at hjálpa teimmum sum eru frísk, men vóru vitni til ella onkursvegna uppíblandað vanlukkuna. Teirra lutur í tí støðuni er, at kontakta fólkini, geva teimum kunning um teirra rættindi á sálarliga økinum og síðani hjálpa sum frægast og veita sálarliga fyrstu hjálp, um neyðugt.
Tá ið umræður tað dagliga arbeiðið hjá tilbúgvingarstovnum í Føroyum, so er støðan sambært Jógvani tann, at vit megna sokallaðar “vanligar” vanlukkustøður.
Men skuldi ein størri vanlukka hent – ein flogfar krasjar, ein stórur bussur koyrir útav og líknandi, so er støðan ein onnur.
- Tá hava vanligu tilbúgvingarfólkini og stovnarnir ongan kjans at lofta øllum. Tí hava vit í heilsutilbúgvingini ein lista av sjálvbodnum, sum vit kunnu kontakta, um á stendur, sigur hann.