Jógvan Martin Olsen er 49 ára gamal. Í tilsamans 15 ár spældi hann við barndómsfelagnum, B68, har hann var við til at vinna FM í 1984, 1985 og 1992. Í 1993 var hann venjari hjá B68 í 2. deild, og í 1994 og 1995 spælandi venjari hjá LÍF, áðrenn hann seinnu hálvu av 1997 var venjari hjá B68 í 1. deild. Síðani vandi hann NSÍ frá 2002 til 2004, og fyrsta árið vann hann Løgmanssteypið og silvur í landskappingini, umframt at gerast ársins venjari. Síðani 2009 hevur hann verið venjari hjá Víkingi, har hann hevur vunnið Løgmanssteypið og bronsu í landskappingini.
Mest kendur er hann frá landsliðsarbeiðinum, har hann fyrst frá 1996 til 2008 var við til at byggja upp konseptið við ungdómslandsliðum hjá Fótbóltssambandinum. Frá 1994 til 1998 var hann U17-landsliðsvenjari og frá 1997 til 2003 U19-landsliðsvenjari. Í 1996 var hann hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, til hann í 2005 tók við sum A-landsliðsvenjari, ið hann var fram til 2008.










