Góð ráð móti stuldri á ferðini
• Hav kredittkort við. Helst tvey, sum verða goymd hvør sær, so tú altíð hevur eitt til at taka.
• Hav ikki ov nógvan reiðan pening, og goym aldri allan peningin á sama staði. Hav heldur ikki allan peningin í sama lumma/tasku, tá tú fert út, um tú skuldi hitt ein lummatjóv.
• Hav ikki virðismikil ting liggjandi frammi, so tey freista veikar sálir. Hvørki í bilinum ella har tú býrt. Býrt tú á hotelli kanst tú ofta leiga eina trygdarboks, har tú fært læst smúkkur, pass og pengar inni.
• Minst til at læsa hurðina, eisini hóast tú bert fert út eina lítla løtu.
Um illa vil til…
* Boða lokalu løgregluni frá:
Skuldi tú verðið óheppin og verðið fyri ráni, minst so til at boða lokalu løgregluni frá beinanvegin. Fyri at fáa nakað aftur frá tryggingini krevst nevniliga ein rapport frá løgregluni á staðnum. Syrg fyri at fáa eitt avrit av rapportini heim við.
* Um passið er stolið: Skalt tú ferðast, mást tú hava passið við, eisini um tú “bert” skalt heimaftur. Tí er neyðugt, at tú alt fyri eitt setur teg í samband við donsku ambassaduna ella konsulatið á staðnum, har tú ert, og fært tey at útskriva tær eitt fyribilsskjal, sum tú fært ferðast við. Tey kunnu eisini útskriva eitt fyribils koyrikort og hjálpa tær við at fáa pening heimanífrá. Men gev gætur, at tænasturnar kosta.
* Um kredittkortið er stolið: Ring alt fyri eitt til bankan og fá tey at sperra kortið, so tjóvarnir ikki kunnu tøma tína konto.
* Um flogferðaseðilin er stolin: Set teg í samband við ferðaskrivstovuna. Um tú kanst prógva, at tú hevur bílagt og goldið ferðina, plagar ikki at vera nakar trupulleiki at fáa ferðaseðilin útskrivaðan av nýggjum. Goym tí allar kvittanir inntil tú ert væl og virðiliga heima aftur.
* Um alt er stolið, ring so á alarmkortið, sum fylgir við ferðatryggingini: Sum oftast fært tú einki endurgoldið, fyrr enn tú kemur heim aftur, men um alt er stolið og tú ert í dýrastu neyð, ber til hjá tryggingini at gera undantøk. Tá kann ringjast til nummarið á alarm-kortinum, sum fylgir við ferðatryggingini.
Góð ráð um heiligvág á ferðini
Um tú tekur heiligvág:
Nú trygdarreglurnar eru herdar á flogvallunum, er eftirlitið eisini hert við heilivágnum, fólk hava við sær. Tí er neyðugt at hava eina læknaváttan við, har greitt verður frá, hvør eigur heilivágin, og at hann er lívsneyðugur. Minst altíð til at hava heilivágin við tær í hondviðførinum, um so er, at viðførið verður burtur á ferðini.
Pillu-pass
Í Schengen londunum, ið eru tey 22 ES londini umframt Noreg, Ísland og Sweits, verður umframt læknaváttanina eisini eitt sonevnt “pillu-pass” kravt fyri ávís sløg av heiligvági. Tað eru serliga sterkur pínustillandi heilivágur og heilivágur, ið virkar sissandi, t.d. ávís sløg móti epilepsi og ADHD, ið krevja pillu-passið.
Pillu-passið fæst við at fara á apotekið við vanliga passinum umframt øllum ferðaupplýsingum. Tað tekur einar tveir dagar at gera eitt pillu-pass, og tí nyttar einki at koma í evstu løtu.
Ert tú í iva, vent tær so til apotekið og spyr, um tín heiligvágur er umfataður av kravinum um pillu-passið.
Vaccinatiónir
Finn eisini útav, um tær nýtist nakra vaccination, áðrenn tú fert avstað. Eisini hóast tú bara skalt eina charterferð. Í summum londum er best at vera heilgarderaður, so set teg í samband við læknan og ger tað í góðari tíð. Onkur vaccina skal nevniliga latast 6-8 vikur áðrenn fráferð.
Trygging
Tað er óalmindiliga býtt at ferðast uttan ferðatrygging. Til ber at hava eina ársferðatrygging ella at hava eina eingangstrygging, sum bert verður teknað til eina ávísa ferð. Set teg í samband við tryggingina áðrenn tú fert, og tekna eina trygging, sum hóskar júst til tín tørv.
*Vandamikil aktivitetur
Hav í huga, at tryggingin skilir ímillum vanliga feriu og so serliga vandamiklan aktivitet. Tað vil siga, at um tú skalt koyra motorsúkklu, kava ella paraglida, so krevur tú at hava eina hækkaða vanlukkutrygging, í so fall at illa vil til. Tosa við tryggingina áðrenn tú fert avstað og fá alt í rættlag, so tú ert rætt tryggjað/ur.
*Alkohol
Minst til at drekka við máta, og hav í huga, at alkohol slær harðari til, tá tað er heitt. Og minst til, at tryggingin ikki tekur við óhappum, sum henda, tí tú hevur drukkið!
Góð tipp til ferðina
Seinasti nýtsludagur: Minst til at kanna nær pass, koyrikort og kredittkort ganga út, og ger tað í góðari tíð áðrenn ferðin byrjar, so tú nært at fáa tað endurnýggjað, um tað er gingið út.
Kredittkort: Kanna við jøvnum millumbilum, at tú framvegis hevur kortið hjá tær, og at tað ikki er stolið. Goym aldri loynitalið saman við kortinum, og hav nummarið til bankan uppskrivað, so tú skjótt kanst ringja og sperra kortið, um tað skuldi verðið stolið. Kanna altíð, at upphæddin, sum tú góðkennir, er tann rætta. Skriva upp nær og hvussu nógv tú keypir fyri og tekur út, so tú skjótt kanst boða frá, um tú ikki kennist við onkra upphædd, sum fer av tíni konto.
Sòlkrem: Tað kann ikki sigast nóg ofta. Sólin sunnanfyri er sterk, og bleika, føroyska húðin tolir hana ikki. Smyr teg inn í sólkrem við høgum faktor -og ger tað ofta! Einaferð um dagin er ikki nóg mikið. Minst eisini til fótabløð og oyru, sum ofta verða gloymd og harvið brend!
Væta: Tað hevur stóran týdning at fáa nóg mikið av vætu, serliga um tað er heitt. Drekk 2-3 litrar um dagin, og minst til at fáa børnini at drekka nóg mikið eisini. Hóast kranavatnið kann drekkast, har tit eru, kann tað viðmælast at keypa vatn í fløsku, tí í kranavatninum kunnu vera bakteriur, sum føroyskir búkar ikki tola.
Búkilska: Verð varin við mati, serliga tí, sum verður keyptur á gøtuni í smáum sølubúðum. Tað kann hartil vera ein fyrimunur at taka fyribyrgjandi tablettir móti búkilsku, so dýrtkeypta ferian ikki skal nýtast á bukkuni. Magatablettir fáast í hondkeypi á apotekinum.











