Í fjør bleiv Dansibandsfestivalurin í Vági avlýstur sum so nógv onnur tiltøk orsakað av koronu - men ikki í ár. Fyrireikararnir rokna nevniliga við at halda festivalin, tí nú verður boðað frá, at Dansibandsfestivalurin verður hildin 30. apríl og 1. mai.
– Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld. Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni, skriva fyriskipararnir.
– Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og ikki minst um hugna.
Undanfarin ár hava útlendsk dansibandsorkestur spælt á Dansibandsfestivalinum, men Dansibandsfestivalurin 2021 verður burturav við føroyskum dansibandsorkestrum og tónleikarum.
Longu nú er greitt, at m.a. hesi fara á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár:
- Hans Jacob & vinmenn
- Sunrise
- Norrøna Dansband
- FourMen
Nýggj tilmæli fyri almenn tiltøk koma sum skilst eftir páskir, so tað verður spennandi at hoyra, hvussu tey samsvara við stór tiltøk sum festivalar og konsertdagar sum t.d. Voxbotn í Havn.