Um fólkaræðið

Fortreytin fyri einum vælvirkandi fólkaræði er eitt upplýst og vandið og hugsandi fólk. Her eru bókasøvn grundleggjandi stovnar.

Róði Hansen Dam
Valevni hjá Tjóðveldi

 

Fortreytin fyri einum vælvirkandi fólkaræði er eitt upplýst og    vandið og hugsandi fólk. Her eru bókasøvn grundleggjandi stovnar.

Bókasøvn eru eitt minnið hjá samfelagnum, sum goyma, skipa og skráseta alt, ið verður givið út. Tey útvega atgongd til vitan úr øllum heimi, og tey skapa grundarlagið fyri gransking á øllum fakøkjum.

Tey eru samstundis millum týdningarmestu stovnar at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi kring alt landið.

Føroya Landsbókasavn, ið er millum elstu mentanarstovnar í landinum, skipar samstarv við býar-, bygda-, skúla- og meginbókasøvn kring landið, eisini um stuðulsjáttan og tilfar.

Tey einstøku bókasøvnini skulu hava rúmar ræsur at skapa sítt egna fjølbroytta virksemi og gerast mentanardeplar á staðnum, sum nógv góð dømi eru um.

Tjóðveldi vil at:

Bókasøvnum verða tryggjaðar betri umstøður at bjóða borgaranum tilfar, tilboð og mentanarligar upplivingar.

Bókasøvnini verða ment samsvarandi tøkniligu og samfelagsligu menningini og kunnu bjóða lestrarumhvørvi, fjarlestrarmøguleikar, fyrilestrar og upplivingar umvegis fjarskifti o.a.

Landsbókasavnið skal skipa tætt samstarv um størri fólkabókasøvn kring landið við londum upplatingartíðum, faklærdum fólki og hóskandi karmum.

Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar skal Landsbókasavnið veita vísindabókasavnstænastu.