Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið eitt ískoyti frá borgarstjóranum, at umleggingin av allari Bussleiðini til grøna orku skal vera framd í seinasta lagi í 2027.
Býráðið skrivar, at samtykt varð at byrja við tveimum nýggjum elbussum, og líka so skjótt tøknin og aðrar umstøður loyva tí, verða dieselbussarnir skiftir út við bussar við grønari orku.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at samtykta loysnin merkir, at Bussleiðin tænastuliga verður løgd í eitt trygt støði, har brúkarin fær fulla tænastu. Hartil er veitarin tryggur við loysnina og loysnin kann setast í verk 1. januar 2023.
– Soleiðis kunnu vit royna elbussarnar undir røttum umstøðum, og skipanin kann víðkast og útbyggjast undir skipaðum viðurskiftum, sum ikki seta raksturin av Bussleiðini í vanda. Endamálið er so, at vit bara koyra grønt í 2027, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Broytingaruppskotið varð samtykt við 10 atkvøðum fyri, tveimum ímóti og ein var blonk.
Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Bergur Robert Danm Jensen, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Annika Olsen, Birgir Nielsen og Ruth Vang.
Ímóti atkvøddu: Elsa Berg og Jákup Dam.
Blankt atkvøddi: Gunvør Balle.