Eg eri hundrað prosent vísur í, at um fimm til sjey ár, hava vit ein miðbý, sum aftur er livandi.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, tók munnin rættiliga fullan á býráðsfundi í Havn nú eitt kvøldið.
Í nógv ár hevur ein standandi atfinning ímóti Tórshavn sum býi, verið, at miðbýurin er steindeyður.
Les eisini: Miðbýurin doyr eitt sindur hvønn dag
Nógv hugskot hava verið frammi um, hvussu meiri lív fæst í miðbýin, og Tróndur sigurðsson sigur, at arbeitt verður miðvíst við hesum ætlanunum.
- Vit skulu hava skrivstovur úr Gongugøtuni, vit skulu hava parkeringspláss og fólk oman aftur í býin at búgva.
Ein fortreyt fyri tí er, at kommunan selir teir bygningar, hon eigur í miðbýnum. Og teir eru ikki so fáir, Jan Christiansen, sum hevur sæti í býráðnum fyri Boga Andreasen, helt fyri, at ”kommunan eigur allan miðbýin”. Tróndur Sigurðsson er pura samdur.
- Vit liggja á øllum, sigur hann.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at býráðið er í ferð við at selja nakrar av ognum sínum í miðbýnum.
Um eina løtu er meiri um sama mál, her á www.in.fo