Tíðindaskriv
Ferðsla í myrkri er 2-3 ferðir so hættislig, sum ferðsla í dagslýsi. Serliga eru tað fólk til gongu, ið eru í vanda - í vanda at verða ákoyrd av bilum, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.
Ein vanlig misskiljing er, at fólk halda, at tey altíð verða sædd av bilførarum. Ljósini á bilunum tykjast jú so sterk, tú kennir teg rætt og slætt »baðaðan« í teimum, og tað er ein sannroynd, at tað ber til at lesa í bók í glæmuni frá einum bili, sum er 2-300 m. burturi.
Men hjá bilføraranum er støðan hin øvuta. Á myrkum vegi, har eingi gøtuljós eru, sær bilførarin í mesta lagi tað, sum fjarljósini hjá bilinum megna at lýsa upp, tað er 100 m - við nærljósunum er tað 30 m. Men ljósini á bilum eru í veruleikanum ikki sterkari enn so, enn at einans tað, sum er ljóst á liti, verður sjónligt fyri bilføraran.
Tí er sera avgerðandi, hvønn lit klæði okkara hava. Eitt fólk í ljósum klæðum kastar uml. 80% av ljósinum aftur, meðan eitt fólk í dimmum klæðum einans kastar eini 5% av ljósinum aftur til bilin. Endurskin harafturímóti, er gjørt úr tilfari, sum megnar at kasta næstan 100% av ljósinum, sum lýsir á tað, aftur til ljóskelduna.
(Kannið hetta okkurt vetrarkvøldið - ella vetrarmorgun, tá ið myrkt er!)
Bestu ráðini eru tí at vera í ljósum klæðum, tá ið tú skal út at ganga í myrkri. Hetta eiga foreldur at hugsa um, tá ið klæði verða keypt. Um so skuldi verið, at bara myrk klæði eru til taks, so minst í øllum førum til endurskin.
Við átakinum »Vit síggjast« hava næmingarnir í 1.-2.-3. og 4. flokki enn eitt endurskin til at taka!
Stutt um endurskin
- Jú ljósari klæði vit hava, jú betri síggjast vit, keyp tí ljós vetrarklæði.
- Nýt altíð endurskin,tá ið tú skalt út at ganga í myrkri.
Nógv sløg av endurskini eru, umframt tey sum nú verða givin út til næmingarnar í 1.-2.-3. og 4. flokki. Niðanfyri eru nevnd nøkur dømi:
- Bleyt endurskin at seyma ella at líma á jakkar, buksur, venjingarbúnar o.s.fr.
- Endurskin at líma á skógvar og stúlvar, sum, hóast lítil, síggjast sera væl.
- Endurskinsspjøldur at hanga í klæðini, ella at festa í ein lumma, so tey kunnu goymast, tá ið tey ikki verða brúkt.
Eisini er gott er at seta endurskin á barnavognar, sletur, súkklur o.t. Og sjálvsagt skulu vit seta endurskin á tey fýrføttu, tað verið seg hund, kettu, hest og ikki minst seyð.










