Um ferðamannskipið Teistan á morgni

Eg havi sjálvur verið við at brúkt »Súluna« til sigling um Skúvoyarfjørð, og ikki bara haldi, men veit, at hon er væl brúkandi til sigling millum Gomlurætt og Hest.

 

Men tá nú tað almenna hevur brúkt so nógvar pengar úti í Hesti at tað má verða »Teistin«, ið siglir á morgni, so havi eg hetta uppskot:

Tilkalling altíð kvøldið fyri áðrenn kl. 22.00 frá mánadegi til og við fríggjadag.

Kl. 6.15 Skopun-Hest-Skopun

Kl. 7.05 Skopun-Gamlarætt


Hetta er nakað tyngjandi fyri manningina, men tá ið tað ikki gerst øðrvísi, so má tað bara vera so. Tá eiga sandoyingar betri tíð heima og stytri bíðitíð á Gomlurætt viðvíkjandi bussi.

Tað er hóast alt munur á fólkatalinum í Hesti og í Sandoynni. Tað eru umstøður hjá skúlaungdómi og arbeiðsfólk, tað ræður um.

Til Gerhard Lognberg og Eyðun Viderø vil eg siga: Hugsið væl um umdómin bæði so og so, um trivnaður skal vera og Sandoynni lív lagað.