Um fýra ár verður fiskivinnan broytt eina ferð afturat

Fiskivinnan hevur ikki fingið tryggar umstøður, tí løgtingslimir gera greitt, at um fýra ár verður alt broytt aftur

– Um fýra ár fáa vit aftur eina nýggja fiskivinnuskipan.

Tað gjørdu tinglimir í andstøðuni púra greitt leygarkvøldið, tá ið Løgtingið samtykti nýggju fiskivinnulógina hjá samgonguni.

Nýggja lógin varð samtykt við minst møguligum meiriluta, tí 17 atkvøður vóru fyri og 15 vóru ímóti. 

Síðani hava politikarar ú samgonguni fegnast um, at fiskivinnan aftur hevur fingið tryggar umstøður at virka undir, tí uppboðssølan er avtikin og hereftir verða øll fiskirættindi galdandi í 12 ár.

Men tinglimir í andstøðuni staðfesta, at hetta er alt annað enn at geva fiskivinnuni tryggar umstøður, tí tey gera greitt, at beinanvegin ein nýggj samgonga tekur við, verður alt broytt aftur.

Tinglimir í samgonguni tvíhildu um, at tey royndu at fáa semju við andstøðuna um eina nýggja skipan, fyri at gera skipanina tryggari, men at har var eingin vón. Og tað harmaðust tey um, tí eisini t ey sóu vandan í at samtykkja eina nýggja fiskivinnulóg við so lítlum meiriluta.

Hesum afturvístu tinglimir í andstøðuni staðiliga, tí tey førdu fram, at samgongan hevur onga roynd gjørt yvirhøvur, at fáa andstøðuna við í eina semju.

Kristina Háfoss vísti á, at úrslitið er, at nú hava samgonguflokkarnir, sum umboða 50,2 prosent av fólkinum, trumfað eina nýggja fiskivinnuskipan ígjøgnum, sum andstøðuflokkarnir, ið umboða 49,8 prosent av fólkinum, ikki vil kennast við.

Tað er ikki at geva fiskivinnuni tryggar umstøður at virka undir, tí øll vita, at hetta verður broytt aftur, søgdi bæði Kristina Háfoss, og aðrir tinglimir í andstøðuni.

Og hon heldur, at Føroya fólk hevur ikki uppborið eina støðu, sum hesa, tí tað er øllum greitt, at hetta verður ikki ein varandi semja.