Um fýra ár hava eisini havnarfólk fingið langhyl

Gongd er í málinum um at gera 50 metra langhyl í Havn, sigur Elin Lindenskov

- Tað skal vilja illa til, hava vit ikki eina svimjihøll í Havn við einum 50 metra langyli í 2020.

Tað sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Teknisku Nevnd hjá Tórshavnar Býráð.

 

Í nógv ár hevur verið tosað um at byggja eina høll við langhyli í Havn og Elin Lindenskov sigur, at fyrireikingarnar ganga sína gongd.

 

Elin Lindenskov er eisini forkvinna bygginevndini fyri Svimjihylin og hon sigur, at nevndin er akkurát nú liðug við byggiskránna, og hon verður send avvarðandi pørtum til hoyringar í næstu viku.

 

Ætlanin er at nýggja svimjihøllina upp í verandi svimjihøll í Gundadali. Men tað merkir sostatt eisini, at ÍSF Húsið skal takast niður.

 

- Í løtuni eru samráðingar við ÍSF um tað málið, og um, hvussu farast skal fram í tí sambandinum, sigur Elin Lindenskov. Kommunan skal helst útvega ÍSF onnur, hóskandi høli, men kommunan hevur longu grundina, verandi hús í Gundadali, stendur á.

 

Sostatt væntar hon, at tá ið hetta árið farið, er komið rættiliga væl áleiðis við fyrireikingunum. Elin Lindenskov leggur afturat, at tey hava fígging til arbeiðið, sum nú verður gjørt, og til projekteringina.

 

Tað, sum liggur í kortunum, er, at talan verður um ein hyl, sum verður 50 metrar langur, tveir metrar djúpur og við átta geilum og ætlanin er eisini, at hann skal standa altjóða mál.

Men so verður neyðugt at seta pening av fyri byggingina hesi næstu árini, og  samstundis skal støða takast til, um skipast skal fyri eini arkitektakapping um høllina.

 

Spurningurin er, hvat ein slík høll kostar, men fyribils verður arbeitt við eini kostnaðarmeting upp á 70 milliónir krónur. Men fyri tað er ikki sagt, at hon fer at kosta meiri.

 

Hon staðfestir, at endamálið er at hita høllina við grønari orku.

- Fjarhitin er á veg oman í Gundadal, og eftirsum kommunan hevur helvtina av Fjarhitafelagnum, skuldi útlit verið fyri at fingið orkuna fyri ein lagaligan prís, sigur Elin Lindenskov.