2 S í Studentaskúlanum í Hoydølum og Beinta í Jákupsstovu:
Kanningin kom knappliga í lag aftan á fund í javnstøðunevndini 19. November 2000. Turid Debes Hentze, sum er forkvinna í javnstøðunevndini, spurdi Holger Arnbjerg og Beintu í Jákupsstovu um til bar at fáa tøl, sum kundu verða grundarlag fyri einum kjaki fram móti næsta løgtingsvali. Á løgtingi og í bý- og bygdaráðum eru lutfalsliga nógv færri kvinnur enn menn, og javnstøðunevndin vil arbeiða fyri at rætta upp á skeivleikan. Holger Arnbjerg sá hetta sum eitt høvi til at geva sínum næmingum í samfelagsfrøði eina spennandi arbeiðsuppgávu, og Beinta í Jákupsstovu vil fegin hava tøl sum lýsa politiska systemið í føroyskum lokalpolitikki.
Tá tað varð avgjørt at gera eina exit poll kanning, vísti tað seg, at Útvarp Føroya vildi gjalda næmingunum fyri at fáa úrslit frá kanningini sama kvøld, meðan bíðað varð eftir endaligu úrslitunum.
Væl gekk í lag. Vit gjørdu eitt einfalt spurnaðarblað við fýra spurningum, Næmingarnir savnaðu inn ikki minni enn 5205 spurnaðarbløð. Kl 20 kom ein fyribils forsøgn, tá 3.600 svar vóru skrásett, og alt var liðugt talt kl 21.
Hvussu samsvaraðu so okkara tøl við valúrslitini?
Talva 1 vísir, at okkara forsagnir vóru beinari enn tann, sum sjónvarpið kom við seinni um kvøldið. 13 býráðslimir skuldu veljast, og vit vistu hvørjir flokkar sum skuldu hava teir 12, men okkara tøl bendu á, at tað var tjóðveldisflokkurin, sum skuldi hava 13. umboðið (sí talva 2a). Sum kunnugt varð tað sambandsflokkurin, sum fekk mannin (sí talva 2 b).
Ikki kann sigast, at stórur skeivleiki er í okkara tølum í mun til endaliga úrslitið. Men tveir munir mugu nevnast: Sum talva 1 vísir, vóru tað bara 20,6 % av okkara svargevarum, sum søgdu at atkvøðan fór til sambandið; tað rætta var 25 %. Og meðan 28 % av teimum, sum settu kross á spurnaðarblaðið, søgdu seg at hava valt eina kvinnu, vísir talva 3, at endaliga úrslitið var bara 25 %. Men tendensurin var klárur: Vit vistu kl 21, at sjálvstýrisflokkurin og miðflokkurin eftir øllum at døma ikki fingu nakran valdan, og at javnaðarflokkurin ikki fór at fáa so góða umboðan sum hinir tríggir stóru flokkarnir. Vit fingu eisini klárar ábendingar á, at færri fóru at velja kvinnur enn við valið í 1996, tá 33,7 % av øllum atkvøðum fóru til kvinnur. Sum talva 3 vísir, vóru tað í ár bara 25% av veljarunum, sum settu kross við eina kvinnu.
Eitt sera áhugavert úrslit, sum var klárt longu valkvøldið, var at meðan 40 % av kvinnum valdu kvinnur, vóru tað bert 15 %, ella ein av átta monnum, sum settu kross við eina kvinnu.
Taltilfarið kann geva hópin av øðrum áhugaverdum upplýsingum um veljaramynstrið. Vit fara at fjølmiðla fleiri upplýsingar, so hvørt fleiri tøl liggja fyri.
Talva 1: Samanbering millum Exit poll úrslitini og veruligt úrslit:
Politiskir flokkar Exit poll
Atkvøður Exit poll
prosent Exit poll
mandat Veruligt úrslit
atkvøður Veruligt úrslit
prosent Veruligt úrslit
Mandat
A. Fólkaflokkur 1317 25,3 4 2387 25,4 4
B. Sambandsfl. 1072 20,6 3* 2353 25,0 4
C. Javnaðarfl. 820 15,8 2 1438 15,3 2
D. Sjálvstýrisfl. 248 4,8 0 479 5,1 0
E.Tjóðveldisfl. 1302 25,1 4* 2253 24,0 3
H. Miðflokkurin 254 4,9 0 488 5,2 0
Svarar ikki 187 3,6
til saman 5205 100,0 9398 100,0 13
o *Í Exit poll kanningini fær tjóðveldisflokkurin 4 umboð, og sambandsflokkurin 3. Endaliga úrslitið varð, at sambandsflokkurin fekk 4, tjóðveldisflokkurin 3. Sum talva 5b vísir, fekk sambandsflokkurin 13. mannin, og bert 25 atkvøður vóru tá millum sambandsflokkin og tjóðveldisflokkin.
Talva 2 a: Útrokning av mandatum, Exit poll:
Flokkur Valúrslit 1:2 1:3 1:4
A 1317 1 658 5 437 8 329 12
B 1072 3 536 7 357 11 268
C 820 4 410 10 273
D 248
E 1308 2 654 6 436 9 327 13
H 254
Talva 2 b: Útrokning av mandatum, Endaligt úrslit
Flokkur Valúrslit 1:2 1:3 1:4
A 2387 1 1194 5 796 8 597 12
B 2353 2 1177 6 784 9 588 13
C 1438 4 719 11 479
D 479
E 2253 3 1127 7 751 10 563
H 488
Talva 3: Prosentbýti uppstilling, atkvøður og vald, kvinnur og menn 1972 - 2000
Ár Uppstillaðar kvinnur
% Atkvøður til menn
%
Atkvøður til kvinnur
% Úrslit av valinum
Kvinnur í býráðnum
%
1972 10,9 90,5 6,6 0
1976 12,0 90,4 6,9 0
1980 21,5 84,7 12,5 0
1984 31,5 80,3 16,1 7,7
1988 31,3 74,2 24,1 23,1
1992 24,7 69,3 28,5 30,8
1996 20,2 64,1 33,7 23,1
2000 25,6 72,0 25,1* 23,1
* Exit poll - kanningin: 28,0 % atkvøður til kvinnur og 66,0 % atkvøður til menn
Talva 4: Býráðslimir 1972 - 2000
1972 1976 1980 1984 1988 1992 1996 2000
______________________________________________ Heðin Mortensen uf/smb
__________________________________| Petur í Gong uf
_____________________________| Leivur Johannesen jvf
_______________________| Eliesar Arge ffl
_________________ Jákup Suni Jacobsen jvf
______ _____ FinnurJohansen tjv
___________| Ólavur Michelsen tjv
___________ Petur Christiansen ffl
___________ Sofus Sivertsen smb
_____| Børge Persson uf
_____| Heini Olsen sjf
_____ Kjartan Mohr fr
_____ Martin Petersen smb
___________________________________| Ingi Mohr uf/ffl
___________| Petur F.Christiansen smb
___________ Dánjal Larsen uf
_____| Kári Thorsteinsson ffl
_____| Ebbe Mortensen sjf
_________________ Arnstein Niclasen ffl
_________________| Poul Michelsen ffl
____________ ___________ Ronald Poulsen sjf
____________ Zakarias Wang tjv
____________________________ Jan Christiansen ffl
1. kvinna ______________________| LISBETH PETERSEN smb
______________________ Páll Petersen ffl
______ _ _ _ _________________ Torfinn Smith jfl
2. kvinna ___________ KRISTIANNA REIN tjv
______________________ Leivur Hansen tjv
3. kvinna ________________| KATRIN DAHL ffl
_ _ _ _ Svend Aage Anderse jfl
________________ Schumann Hjaltalin smb
4. kvinna ________________ ELIN LINDENSKOV jfl
_____ Klæmint Olsen tjv
_____| Kai Leo Johannesen smb
_____ Jákup Suni Joensen ffl
_____ Bjarti Mohr ffl
_____ Sjúrður Olsen ffl
_____ Høgni Mikkelsen smb
_____ BEATE L. SAMUELSEN smb
_____ Jógvan Arge tjv
_____ HILDUR EYÐUNSDÓTTIRtjv
1972 1976 1980 1984 1988 1992 1996 2000 íalt: 41 býráðslimir
Talva 5: Borgari við valrætti -> uppstillað - > sess í býráðnum:
Danmark* Finland* Noreg* Svøríki* Tórshavn
1972 Tórshavn
2000
Prosent uppstillað
av teimum, ið hava vælrætt
0,62
1,89
3,30
0,90
1,92
0,69
Prosent vald av teimum við atkvöðurætti
0,12
0,36
0,45
0,21
0,21
0,10
* Tølini frá Danmark, Finlandi, Noregi og Svøríki eru frá fyrst í 1990unum
Talva : 6
Veljarafjøldin í Tórshavnar kommunu: Luttøkuprosent til valið:
1972: 6.196 ______.. 69,5 %
1976: 6.904 ______.. 69,6 %
1980: 7.240 ______.. 73,2 %
1984: 9.309 ______.. 75,8 %
1988: 10.438 ______.. 75,0 %
1992: 10.201 ______.. 65,3 %
1996: 10.921 ______.. 66,6 %
2000: 12.571 ______.. 74,8 %
____________________________________________________________________
Keldur: Beinta í Jákupsstovu: "Kvinner ingen adgang? Rekruttering av kvinner til bystyret i Tórshavn 1972- 1992." Norsk Statsvitenskapelig Tidsskrift 1/96.
Valprotokollin fyri 1996, Tórshavnar kommuna; Dimmalætting 23.11.2000
Helge O. Larsen og Audun Offerdal: Demokrati og deltakelse i kommunene: norsk lokalpolitikk i nordisk lys. Kommuneforlaget 1994