Um ein mánað – 21. februar – verður tað eitt ár síðani, at fyrsta skotið varð latið av fyri Eysturoyartunlinum. Síðani tá hevur arbeiðið gingið sum ætlað ella kanska betri enn so:
-Ætlanin er, at tað verður liðugt at spreingja í juli í 2019, og ta ætlanina halda vit okkum framvegis til. Arbeiðið hevur higartil gingið rættiliga væl, og um gongdin heldur fram, sum hon hevur verið higartil, so er møguleiki fyri, at tað verður fyrri enn so, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar.
Í morgun vóru fyrstu tekini at síggja til rundkoyringina, sum nú er ikki so langt undir sjóvarmálanum út fyri Rókalandinum.
-Vit rokna við, at tað verður liðugt at føra grót til rundkoyringina um mánaðarskiftið februar/mars, og tá verður farið at føra grót til Nes og Runavíkar kommunur, sigur Teitur Samuelsen.
Sáttmálin, sum tær tríggjar kommunurnar – Sjóvar, Nes og Runavíkar – hava skrivað við pf. Eystur- og Sandoyartunlar sigur, at Runavíkar kommuna skal hava 58 prosent, Nes kommuna 22 prosent og Sjóvar kommuna 20 prosent av grótinum, sum kemur úr tunnilsmunnanum á Strondum.
Sjóvar kommuna hevur longu fingið tað mesta av sínum parti. Hetta grótið er lagt út frá tunnilsmunnanum og suðureftir og er ætlað at vera ídnaðarøki.
Tilsaman til tær tríggjar kommunurnar er talan um 409 túsund rúmmetrar í føstum máti.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at í løtuni eru Runavíkar og Nes kommunur í felagssamráðingum við J&K Petersen um at føra grót fyri tær. J&K Petersen eigur SIRI, sum nú førir grót til rundkoyringina.
-Samráðingarnar eru ikki loknar, men tað vóna vit, at tær vera heilt skjótt. Upprunaliga fingu vit boð um, at vit skuldu vera klárir at taka ímóti gróti fyrsta apríl, men nú hava vit fingið at vita, at tað verður umleið fyrsta mars, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Runavíkar kommuna fer í fyrsta lagi at brúka grót til at víðka ídnaðarøkið á Rókalandinum innanfyri, har rundkoyringin verður, og síðani til at víðka havnarlagið frá oljubryggjuni og inn ímóti bátahylinum á Glyvrum.
Ætlanin hjá Nes kommunu er at leingja pirin norðureftir. Tað verður mett, at hann kann leingjast einar hundrað metrar við grótinum úr tunlinum.
Ætlanin hjá pf Eystur- og Sandoyartunlar sigur, at tað verður koyrandi millum Skálafjørðin og Havnina í 2020.