Um eitt hálvt ár skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin

Avtala um, at tað skal verða ókeypis at koyra, tá ið lánið er afturgoldið, SKAL haldast

- Um eitt hálvt ár verður tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.

 

Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, formaður fyri Fólkaflokkin á Løgtingi.

 

Sum vit hava skrivað her á in.fo, verður lánið í Vágatunlinum afturgoldið um eitt hálvt ár.

 

Samstundis er alt sum talar fyri, at lánið í Norðoyatunlinum verður goldið í 2018 ella 2019.

 

Samstundis hava nógvir politikarar tvíhildið um, at tað er ein greið politiskt avtala, at tá ið lánið er afturgoldið, skal tað verða ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin.

 

Hinvegin hevur løgmaður staðfest, at innskotið hjá landinum í tunlarnar, skal eisini rindast aftur, áðrenn talan kann verða um at koyra ókeypis.

 

Landið hevur sett 160 milliónir Vágatunnilin og 235 milliónir í Norðouatunnilin, ella 395 milliónir tilsamans.

 

Men hesum vísir formaður Fólkafloksins á tingið staðiliga aftur.

 

- Innskotið hjá landinum skal avgjørt ikki rindast aftur. Tað er ein partur av gjaldinum fyri tunnilin og hevur einki við lánið at gera, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Hann sipar til lógirnar fyri tunlarnar, har tað stendur, at tá ið útveganarkostnaðurin er afturgoldin, skulu tunlarnir handast landinum fyri einki.

 

Men hann staðfestir eisini at tað var ein púra greið politisk avtala, at landið skuldi seta eitt innskot í tunnilin og restin skuldi fíggjast við láni. Og tá ið lánið er afturgoldið, skal tað verða ókeypis at koyra.

 

- Eg gangi bara út frá, at hetta er ein avtala, allir partar fara at halda, sigur formaðurin fyri Fólkaflokkin á Løgtingið.

 

Hann sigur, at sostatt skal raksturin fyri Vágatunnilin leggjast undir Landsverk um eitt hálvt ár og Norðoyatunnilin skal leggjast undir Landsverk í 2018 ella 2019 og so skal Landsverk halda teir, akkurát sum Landsverk heldur allar aðrar tunlar og vegir.

 

Stjórin fyri tunlarnar hevur sagt við in.fo, at tað kostar einar 12-16 milliónir at halda tunlarnar. Men her er bara talan um tað vanliga haldið og skulu tunlarnir asfalterast, o.s.fr. má tað leggjast afturat.