Um eina løtu skal Jenis hitta Blinken

Føroyski landsstýrismaðurin verður ikki við til allan fundin

Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken kom til Danmarkar í morgun.

 

Klokkan 9 fór hann á Marienborg at hitta Mette Frederiksen, forsætisfrú í Danmark. Klokkan 9:25 fer hann á Amalienborg, har Margretha Drotning og Frederik krúnprinsur taka ímóti honum.

 

Eftir hetta - klokkan 10 - skal hann á fund við føroyska uttanríkisráðharranum Jenis av Rana, grønlendska uttanríkisráðharranum Pelle Broberg og danska uttanríkisráðharranum Jeppe Kofod. Teir fara sum kunnugt at umrøða avbjóðingar og møguleikar í Arktis, sum øll trý londini hava stóran áhuga í.

 

Men Jenis av Rana verður bara við á fundinum í 45 minuttir. Tí klokkan 10:45 endar fundurin millum teir tríggjar uttanríkisráðharrarnar, men Blinken og Kofod halda fram at fundast aleinair.

 

Klokkan 12:15 halda Blinken og Kofod ein felags tíðindafund.