Um eina góða viku kemur Hvítabók

Um stutta tíð verður Hvítabók almannakunngjørd og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at samfelagið alt sum tað er, bíðar í spenningi eftir mest umtalaðu føroysku bókaútgávu nakrantíð. Bókini, sum skal vera grundarlagið undir framhaldandi kjakinum um ríkisrættarligu støðu Føroya

Hvítabók, sum samgongan hevur fingið nakrar arbeiðsbólkar at gera, er liðug. Bókin verður í løtuni prentað og tann fyrsta september verður bókin almannakunngjørd.

Tað var í fjør, at landsstýrið setti nakrar arbeiðsbólkar við tí endamálið at greina út øll viðurskifti millum Føroyar og Danmark.

Búskaparbólkurin, sáttmálabólkurin og fyrisitingarbólkurin skuldu venda tí, sum vendast kundi fyri at full greiða kundi fáast á viðurskiftunum landanna millum.

Endamálið við arbeiðnum hjá teimum trimum arbeiðsbólkunum var, at teir skuldu veita politikarum og fólki annars eitt gott og trygt grundarlag at byggja eitt kjak á í sambandi við tær broytingar, sum standa fyri framman í ríkisrættarligu støðu Føroya.

Tað er greitt, at tá so nógv er at fara um, so kann eisini væntast, at tað verður eitt stórt verk, sum spyrst burturúr, og í so máta er Hvítabók einki undantak.

Bindini verða trý í tali, og tey, sum ætla sær at lesa alt, skulu seta av góða tíð, tí tað verða eini 1000 síður at fara um.

Nú verður tað kortini ikki neyðugt, at venda hvørji blaðsíðu um ein ætlar sær at fáa eina mynd av tí sum stendur í ritunum. Útgávan er soleiðis løgd til rættis, at allar niðurstøður vera savnaðar í fyrsta bindið sum, sum skilst, verður upp á umleið 150 síður.


Uttanlandsnevndin fyrstu frágreiðingina

Sum sagt, so verður Hvítabók almannakunngjørd 1. september, men longu í næstu viku fær Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum eina frágreiðing um tað, sum í henni stendur.

Landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum fer saman við teimum, sum hava staðið fyri arbeiðinum at greiða Uttanlandsnevndini frá teimum politisku málunum og frá arbeiðinum við at gera Hvítubók.

Skotbráið at viðgera tað sum stendur í Hvítubók verður ikki serliga langt.

Samgongan hevur sett sær fyri at fara undir samráðingar við donsku stjórnina í oktober mánað, men áðrenn tað skal Hvítabók til aðalorðaskiftið í tinginum.

Hóast tíðarbilið fram til oktober mánað ikki er so langt, so merkir tað ikki, at umsitingin nústaðni fer undir fyrireikingarnar til samráðingar við donsku stjórnina.

Ein partur av arbeiðssetninginum hjá sáttmálanevndini var, at gera eitt sáttmálauppskot og eisini at gera eitt samráðingarupplegg til samráðingar við danir.

Hetta er gjørt, men av tí at samgongan heldur kortini tætt inn at kroppinum, verður hetta upplegg ikki almannakunngjørt saman við Hvítubók.

Tað verður nakað, sum samgongan eftir øllum at døma sleppur at hava fyri seg sjálva.

Tó so, Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fær nokk at vita hvat stendur í upplegginum, tí sambært nýggju stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við nevndina áðrenn hon fer undir samráðingar, samstundis sum nevndin eisini skal gera tilmæli í uttanríkismálum.